Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

11. august 2025 Nr. 138

Kunngerð um gjøld fyri at geva út og endurnýggja sjóvinnubrøv, dugnaskapsbrøv, førleikaprógv og viðurkenningarprógv

Við heimild í § 12, stk. 1, í løgtingslóg nr. 63 frá 3. juli 1998 um manning av skipum, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 19. mai 2008 og løgtingslóg nr. 52 frá 12. mai 2015, verður ásett:

§ 1 Fyri at geva út sjóvinnubrøv, dugnaskapsbrøv, førleikaprógv og viðurkenningarprógv krevur…

Fyri at geva út sjóvinnubrøv, dugnaskapsbrøv, førleikaprógv og viðurkenningarprógv krevur Sjóvinnustýrið avgreiðslugjald upp á 855 kr. Stk. 2. Skjøl, nevnd í § 1, verða útflýggjað, tá avgreiðslugjaldið er goldið.

§ 2 Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir, sum…

Hendan kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi fyri umsóknir, sum eru móttiknar aftaná, at kunngerðin fær gildi. Stk. 2. Samstundis sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 112 frá 7. september 2009 um gjøld fyri útgávu og endurnýggjan av sjóvinnubrøvum og viðurkenningarprógvum úr gildi. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 11. august 2025 Sirið Stenberg (sign.) landsstýriskvinna / Herálvur Joensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙