Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. september 2005 Nr. 105

Kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 tons, sum broytt við kunngerð nr. 2 frá 10. januar 2006

Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 5 og nr. 9, § 29, stk. 1 og 4 og § 31, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1 Útróðrarbátar undir 15 tons, ið eru skrásettir í Føroyum fyri 1. januar 1995, og sum ikki eru…

Útróðrarbátar undir 15 tons, ið eru skrásettir í Føroyum fyri 1. januar 1995, og sum ikki eru ræðisavmarkaðir ella hava aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap, kunnu eftir umsókn fáa útskrivað fiskiloyvi. Stk. 2. 1) Útróðrarbátar undir 15 tons, sum í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1995 til 31. august 2002 hava fingið útskrivað fiskiloyvi, kunnu, eftir umsókn, fáa útskrivað fiskiloyvi, um báturin ikki er ræðisavmarkaður ella hevur aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap. Stk. 3. 1) Fiskiloyvi kann útskrivast til útróðrarbátar undir 15 tons, um báturin, eftir umsókn, hevur fingið játtað loyvi at flyta fiskiloyvi av øðrum báti. Eigarin av hesum báti skal skrivliga vátta, at báturin hevur avhendað sítt fiskiloyvi til nýggja eigaran, og hevur góðtikið ræðisavmarking, har øll fiskirættindi verða tikin av bátinum.

§ 2 Fiskiloyvi 5A kann eftir umsókn, eina ferð um árið, verða útskrivað eigara av fult riknum…

Fiskiloyvi 5A kann eftir umsókn, eina ferð um árið, verða útskrivað eigara av fult riknum útróðrarbáti undir 15 tons: 1) um eigarin við fiskifarinum árið fyri hevur avreitt 12 tons í nøgd ella fyri minst kr. 84.000,-, tó undantikið virði og nøgd av sild, makreli, brislingi, høgguslokki og gággu, og 2) um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri árið fyri, í mesta lagi hevur verið kr. 50.000,-. Stk. 2. Sum inntøka verða roknaðar allar inntøkur og veitingar, undantikið rentur ella, tá talan er um veitingar í samband við sjúku ella skaða hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu. Stk. 3. Sum inntøka frá útróðri verður roknað inntøka forvunnin við fiskifari í bólki 4 ella 5 sambært § 29 í lógini. Stk. 4. Um ein persónur, sum lýkur inntøkutreytirnar sambært § 2, stk. 1, nr. 2 keypir ein útróðrarbát undir 15 tons, sum hevur fiskiloyvi, og sum lýkur treytirnar í § 2, stk. 1, nr. 1 kann hesin, eftir umsókn, fáa útskrivað eitt 5A fiskiloyvi.

§ 3 Fiskiloyvi 5B kann eftir umsókn, eina ferð um árið, verða útskrivað eigarum av øðrum…

Fiskiloyvi 5B kann eftir umsókn, eina ferð um árið, verða útskrivað eigarum av øðrum útróðrarbátum undir 15 tons, ið ikki lúka treytirnar í § 2, stk. 1.

§ 4 Um annar persónur enn eigarin rekur útróðrarbátin, so kann fiskiloyvi verða útskrivað, um fastur…

Um annar persónur enn eigarin rekur útróðrarbátin, so kann fiskiloyvi verða útskrivað, um fastur útróðrar-formaður lýkur treytirnar í § 2 ella § 3.

§ 5 Landsstýrismaðurin kann í serligum førum, t.d. tá talan er um borgarligt umboð ella annað…

Landsstýrismaðurin kann í serligum førum, t.d. tá talan er um borgarligt umboð ella annað álitisstarv hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu, eftir umsókn, gera undantak frá ásetingunum í § 2, nr. 2.

§ 6 Fiskidagatalið, ásett sambært § 29 í lógini, verður at nýta fyri eitt hálvt ár í senn fyri…

Fiskidagatalið, ásett sambært § 29 í lógini, verður at nýta fyri eitt hálvt ár í senn fyri tíðarskeiðini 1. september til 29. februar og 1. mars til 31. august, soleiðis: 1) útróðrarbátar við 5A fiskiloyvi, sambært § 2, stk. 1, fáa undir einum 60 % av tillutaða fiskidagatalinum. 2) útróðrarbátar við 5B fiskiloyvi, sambært § 3, fáa undir einum 40 % av tillutaða fiskidagatalinum. Stk. 2. Í mesta lagi helvtin av samlaða tillutaða fiskidagatalinum fyri árið kann nýtast fyrra hálvár. Stk. 3. Ónýttir fiskidagar frá fyrra hálvári verða fluttir yvir á seinna hálvár.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 27 frá 27. februar 2003 um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 brt. Fiskimálaráðið, 14. september 2005 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 2 frá 10. januar 2006, sum broytt við kunngerð nr. 3 frá 9. februar 2006.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙