Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. januar 2006 Nr. 2
Kunngerð um broyting í kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 tons, sum broytt við kunngerð nr. 3 frá 9. februar 2006
§ 1 Í kunngerð nr. 105 frá 14. september 2005 um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal…
Í kunngerð nr. 105 frá 14. september 2005 um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 tons verða gjørdar hesar broytingar: Í § 1 verða sum stk. 2 og 3 sett: 1) ”Stk. 2. Útróðrarbátar undir 15 tons, sum í tíðarskeiðinum frá 1. januar 1995 til 31. august 2002 hava fingið útskrivað fiskiloyvi, kunnu, eftir umsókn, fáa útskrivað fiskiloyvi, um báturin ikki er ræðisavmarkaður ella hevur aðra avmarking til at reka vinnuligan fiskiskap. Stk. 3. Fiskiloyvi kann útskrivast til útróðrarbátar undir 15 tons, um báturin, eftir umsókn, hevur fingið játtað loyvi at flyta fiskiloyvi av øðrum báti. Eigarin av hesum báti skal skrivliga vátta, at báturin hevur avhendað sítt fiskiloyvi til nýggja eigaran, og hevur góðtikið ræðisavmarking, har øll fiskirættindi verða tikin av bátinum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fiskimálaráðið, 10. januar 2006 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrsmaður / Herálvur Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 3 frá 9. februar 2006.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.