Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. februar 2003 Nr. 27

Kunngerð um treytir fyri fiskiloyvi og reglur um fiskidagatal til útróðrarbátar undir 15 BRT

Við heimild í § 9, stk. 1, pkt. 5) og 9) og § 29, stk. 1 og 4 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður fyrisett:

§ 1 Fiskiloyvi 5A til útróðrarbát undir 15 tons, roknaður sum fult rikin útróðrarbátur, verður, eftir…

Fiskiloyvi 5A til útróðrarbát undir 15 tons, roknaður sum fult rikin útróðrarbátur, verður, eftir umsókn, útskrivað eigara av fiskifari: a) um eigarin við fiskifarinum árið fyri hevur avreitt 12 tons í nøgd ella fyri minst kr. 84.000,-, ella í seinasta hálvári hevur avreitt 6 tons í nøgd ella fyri minst kr. 42.000,-, tó undantikið virði og nøgd av sild, makreli, brislingi, høgguslokki og gággu, og b) um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri árið fyri, í mesta lagi hevur verið kr. 50.000,- ella um inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá útróðri seinasta hálvárið, í mesta lagi hevur verið kr. 25.000,-. Stk. 2. Um ein persónur, sum lýkur inntøkutreytirnar sambært § 1, stk. 1, litra b) keypir ein útróðrarbát undir 15 tons, sum hevur fiskiloyvi, og sum lýkur treytirnar í § 1, stk. 1, litra a) fær hann, eftir umsókn, útskrivað fiskiloyvi til fult riknan útróðrarbát.

§ 2 Fiskimálaráðið kann, eftir umsókn, veita eigara, sum ikki lýkur treytirnar í § 1, stk. 1…

Fiskimálaráðið kann, eftir umsókn, veita eigara, sum ikki lýkur treytirnar í § 1, stk. 1 fiskiloyvi 5B sum annar útróðrarbátur undir 15 tons.

§ 3 Rógva eigari/eigarar ikki við viðkomandi útróðrarfari, kann fiskiloyvi verða útskrivað, um fastur…

Rógva eigari/eigarar ikki við viðkomandi útróðrarfari, kann fiskiloyvi verða útskrivað, um fastur útróðrarformaður lýkur treytirnar í § 1 ella § 2. Stk. 2. Hálvár í hesi kunngerð eru tíðarskeiðini 1. januar til 30. juni og 1. juli til 31. desember. Stk. 3. Í tíðarskeiðnum 2 mðr. undan, at fiskiloyvið fer úr gildi, kunnu ongar umflokkingar verða gjørdar millum fult riknar, part riknar og aðrar útróðrarbátar.

§ 4 Sum inntøka verða roknaðar allar inntøkur og veitingar, undantikið rentur ella tá talan er um…

Sum inntøka verða roknaðar allar inntøkur og veitingar, undantikið rentur ella tá talan er um veitingar í samband við sjúku ella skaða hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu. Stk. 2. Sum inntøka frá útróðri verður roknað inntøka vunnin við fiskifari í bólki 4 ella 5 sambært § 29 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 við seinni broytingum.

§ 5 Landsstýrismaðurin kann tó í serligum førum, t.d. tá talan er um borgarligt umboð ella annað…

Landsstýrismaðurin kann tó í serligum førum, t.d. tá talan er um borgarligt umboð ella annað álitisstarv hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu, eftir umsókn gera undantak frá ásetingunum í § 1, b).

§ 6 Fiskidagatalið, ásett smb. § 29 í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap, verður at nýta fyri…

Fiskidagatalið, ásett smb. § 29 í løgtingslógini um vinnuligan fiskiskap, verður at nýta fyri eitt hálvt ár í senn soleiðis: a) fult riknir útróðrarbátar, smb. § 1, stk. 1, fáa undir einum 60% av fiskidagatalinum. b) aðrir útróðrarbátar, smb. § 2, fáa undir einum 40% av fiskidagatalinum.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. mars 2003. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 109 frá 25.…

Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. mars 2003. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 109 frá 25. juli 1996, sum broytt við kunngerð nr. 131 frá 10. juli 1997. Fiskimálaráðið, 27. februar 2003 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙