Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
22. september 2003 Nr. 104
Kunngerð um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands
Við heimild í § 7, stk. 2, 3 og 4 í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um sjúkrahúsverk Føroya, við seinni broytingum, verður ásett:
Ferðaútreiðslur fyri sjúklingin
§ 1 Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur til sjúklingar,…
Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur til sjúklingar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya, og til møguligar fylgjarar hjá sjúklingum sambært reglunum í hesi kunngerð. Stk. 2. Flutningur og uppihald skal fara fram á tann eftir umstøðunum ráðiligasta og bíligasta hátt. Stk. 3. Sjúkrahúsverkið tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum fráfaringarstað hjá sjúklinginum í Føroyum og til viðgerðarstað ella uppihaldsstað uttanlands og heimaftur. Stk. 4. Leiðarin á tí føroyska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn og viðgerðarstøð innanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab. Sjúkrahúsverkið kann bera útreiðslur til hýruvogn, tá sjúkrastøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt. Stk. 5. Sjúkrahúsverkið tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum ávíst uppihaldsstað og viðgerðarstøð uttanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab. Sjúkrahúsverkið ber ikki útreiðslur til hýruvogn, tó undantikið um sjúkrastøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt.
§ 2 Tá ein yvirlækni vísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini og…
Tá ein yvirlækni vísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini og ber útreiðslurnar av henni. Stk. 2. Ferðaútreiðslurnar verða goldnar sjúklinginum báðar vegir millum fráfaringarstað hjá viðkomandi í Føroyum og til viðgerðarstaðið uttanlands, ella til tað uppihaldsstað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst sjúklinginum. Stk. 3. Velur ein sjúklingur, ið er ávístur til tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn, eitt annað uppihaldsstað enn sjúklingaheimið, rindar sjúklingurin sjálvur ferðaútreiðslurnar í Danmark. Stk. 4. Um sjúklingurin doyr, meðan hann er til viðgerðar uttanlands, ber sjúkrahúsverkið útreiðslurnar av at flyta líkið aftur til Føroya. Ferðaútreiðslur fyri fylgjarar
§ 3 Tá ein yvirlækni metir, at sjúklingurin av sjúkuávum ikki kann ferðast einsamallur, kann…
Tá ein yvirlækni metir, at sjúklingurin av sjúkuávum ikki kann ferðast einsamallur, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so heilsustarvsfólk kann fylgja sjúklinginum til viðgerðarstaðið. Stk. 2. Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so ein avvarðandi kann verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjari. Yvirlæknin tekur avgerð um møguligan fylgjara.
§ 4 Um støðan hjá sjúklinginum versnar munandi, meðan sjúklingurin er í viðgerð uttanlands, kann…
Um støðan hjá sjúklinginum versnar munandi, meðan sjúklingurin er í viðgerð uttanlands, kann sjúkrahúsverkið í heilt serligum førum bera útreiðslurnar, so næstu avvarðandi eftirfylgjandi kunnu verða ávíst at fara uttanlands fyri at vera um sjúklingin. Yvirlæknin tekur avgerð í slíkum málum. Ferðaútreiðslur fyri fylgjarar hjá sjúklingum, ið eru yngri enn 18 ár
§ 5 Er sjúklingurin yngri enn 18 ár, ber sjúkrahúsverkið ferðaútreiðslurnar so ein avvarðandi kann…
Er sjúklingurin yngri enn 18 ár, ber sjúkrahúsverkið ferðaútreiðslurnar so ein avvarðandi kann verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjari. Stk. 2. Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar so tvey avvarðandi kunnu verða ávíst sum fylgjarar hjá sjúklinginum. Yvirlæknin tekur avgerð í slíkum málum. Stk. 3. Heldur ein yvirlækni, at sjúklingurin av sjúkuávum og avvarðandi ikki kunnu ferðast einsamøll til viðgerðarstaðið, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so heilsustarvsfólk kann fylgja sjúklinginum til viðgerðarstaðið.
§ 6 Um ein sjúklingur yngri enn 18 ár liggur sjúkur uttanlands í ein mánað ella longri, kann…
Um ein sjúklingur yngri enn 18 ár liggur sjúkur uttanlands í ein mánað ella longri, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar av, at avvarðandi kunnu skiftast um at fara uttanlands at vera um sjúklingin, so ein avvarðandi er um sjúklingin í minsta lagi 4 vikur í senn. Stk. 2. Ásetingarnar í § 4 verða samsvarandi nýttar fyri fylgjarar hjá sjúklingum, ið eru yngri enn 18 ár. Uppihald uttanlands
§ 7 Sjúklingar, sum verða viðgjørdir innanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab, skulu ávísast…
Sjúklingar, sum verða viðgjørdir innanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab, skulu ávísast til at nýta tað føroyska sjúklingaheimið sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Sjúkrahúsverkið ber útreiðslurnar av uppihaldinum á tí føroyska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn fyri teir persónar, ið fáa ferðaútreiðslurnar goldnar sambært hesi kunngerð. Stk. 2. Sjúklingar, sum verða viðgjørdir uttanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab, skulu ávísast til at nýta sjúklingahotellið nærhendis viðgerðarstaðnum sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Sjúkrahúsverkið ber útreiðslurnar av uppihaldinum á tí ávísta sjúklingahotellinum fyri teir persónar, ið fáa ferðaútreiðslurnar goldnar sambært hesi kunngerð. Stk. 3. Velur ein sjúklingur, ið er ávístur til tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn ella annað ávíst uppihaldsstað, eitt annað uppihaldsstað enn tað ávísta, ber sjúklingurin sjálvur útreiðslurnar av uppihaldinum. Stk. 4. Avvarðandi, ið er ávístur sum fylgjari hjá sjúklingi, skal nýta sama uppihaldsstað sum sjúklingurin. Gildiskoma
§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 123 frá 20. juni 1997 um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands, sum broytt við kunngerð nr. 147 frá 12. november 1997. Familju- og heilsumálaráðið 22. september 2003 Bill Justinussen (sign.) landsstýrismaður / Aibritt á Plógv (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.