Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. juni 1997 Nr. 123

Kunngerð um flutnings- og ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands, sum broytt við kunngerð nr. 147 frá 12. november 1997

Við heimild í §§ 7 og 8 í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya verður fyrisett:

§ 1 Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutnings- ella ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands…

Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita flutnings- ella ferðaendurgjald til sjúklingar uttanlands eftir reglum í hesi kunngerð til persónar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya.

§ 2 Um ein yvirlækni vísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini og…

Um ein yvirlækni vísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini og ber útreiðslurnar av henni. Stk. 2. Flutnings- ella ferðaendurgjald verður veitt í samband við flutning millum bústað ella uppihaldsstað og viðgerðarstaðið og heimaftur. Hetta er eisini galdandi, um sjúklingurin doyr, ímeðan hann er til viðgerðar uttanlands.

§ 3 Um ein yvirlækni metir, at sjúklingurin av sjúkuávum tørvar fylgjara við á ferðini, er…

Um ein yvirlækni metir, at sjúklingurin av sjúkuávum tørvar fylgjara við á ferðini, er sjúkrahúsverkið heimilað at bera ferðaútreiðslurnar fyri eitt heilsustarvsfólk og/ella ein avvarðandi. Heilsustarvsfólkið tekur sær av sjúklinginum á ferðini, fylgir sjúklinginum á pláss á viðgerarstaðnum og vísir honum til rættis. Stk. 2. Er sjúklingurin undir 17 ár, kann sjúkrahúsverkið rinda ferðaútreiðslurnar fyri eitt foreldur, ella í serligum førum fyri bæði foreldrini, umframt fyri neyðugan fylgjara.

§ 4 Tá ið ein sjúklingur undir 17 ár liggur sjúkur uttanlands í ein mánað ella meira, kann…

Tá ið ein sjúklingur undir 17 ár liggur sjúkur uttanlands í ein mánað ella meira, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar av, at foreldrini, ella í serligum førum onnur avvarðandi, verða send til skiftis uttanlands, uml. 14. hvønn dag, fyri at vera um sjúklingin.

§ 5 Um støðan hjá sjúklinginum versnar munandi, meðan sjúklingurin er til viðgerðar uttanlands, kann…

Um støðan hjá sjúklinginum versnar munandi, meðan sjúklingurin er til viðgerðar uttanlands, kann yvirlækni senda umsókn til sjúkrahússtjóran um flutnings- og ferðaendurgjald fyri, at avvarðandi eftirfylgjandi kunnu fara uttanlands fyri at vera um sjúklingin. Stk. 2. Metir sjúkrahússtjórin út frá umsøknini, at sjúklingurin hevur tørv á, at hava avvarðandi um seg undir viðgerð uttanlands, ber sjúkrahúsverkið ferðaútreiðslurnar fyri hesi.

§ 6 Sjúkrahúsverkið ber uppihaldsútreiðslurnar á Hotel Tórshavn fyri teir persónar, ið fáa…

Sjúkrahúsverkið ber uppihaldsútreiðslurnar á Hotel Tórshavn fyri teir persónar, ið fáa ferðaútreiðslurnar goldnar eftir hesi kunngerð. Í serligum førum kann sjúkrahúsverkið nýta annað uppihaldsstað enn Hotel Tórshavn.

§ 7 Um ein er ónøgdur við eina avgerð, ið ein yvirlækni hevur tikið, kann avgerðin kærast til…

Um ein er ónøgdur við eina avgerð, ið ein yvirlækni hevur tikið, kann avgerðin kærast til sjúkrahússtjóran. Sjúkrahússtjórin tekur eina avgerð innan 2 vikur frá tí degi, hann hevur móttikið kæruna. Stk. 2. Avgerðir tiknar av sjúkrahússtjóranum, kunnu kærast til landsstýrið innan 4 vikur eftir, at viðkomandi hevur fingið boð um avgerðina.

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙