Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
16. november 2004 Nr. 73
Kunngerð um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, sum broytt við kunngerð nr. 26 frá 6. apríl 2005
Við heimild í § 5, stk. 2 og 3, § 7, stk. 2, 3 og 4 og § 8, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 89 frá 4. juni 1996 um Sjúkrahúsverk Føroya, sum broytt við løgtingslóg nr. 72 frá 6. mai 2003, verður ásett:
Ferðaútreiðslur fyri sjúklingin
§ 1 Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til…
Sjúkrahúsverkinum er heimilað at veita gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, ið hava rætt til fríar veitingar sambært løgtingslóg um Sjúkrahúsverk Føroya, og til møguligar fylgjarar hjá sjúklingum sambært reglunum í hesi kunngerð.
§ 2 1) Flutningur skal fara fram á tann eftir umstøðunum ráðiligasta og bíligasta hátt
1) Flutningur skal fara fram á tann eftir umstøðunum ráðiligasta og bíligasta hátt.
§ 3 Sjúkrahúsverkið tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum fráfaringarstað hjá…
Sjúkrahúsverkið tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum fráfaringarstað hjá sjúklinginum í Føroyum og til viðgerðarstað ella uppihaldsstað uttanlands og heim aftur.
§ 4 Tá ein yvirlækni ávísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini…
Tá ein yvirlækni ávísir sjúklingi til viðgerðar uttanlands, skipar sjúkrahúsverkið fyri ferðini og ber útreiðslurnar av henni. Stk. 2. Ferðaútreiðslurnar verða goldnar sjúklinginum báðar vegir millum fráfaringarstað hjá viðkomandi í Føroyum og til viðgerðarstaðið uttanlands, ella til tað uppihaldsstað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst sjúklinginum til. Stk. 3. Velur ein sjúklingur sjálvur eitt annað uppihaldsstað, enn tað sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi, ber sjúklingurin sjálvur ferðaútreiðslurnar millum atkomustaðið í landinum, har viðgerðin fer fram, og sjálvvalda uppihaldsstaðið. Stk. 4. 1) Velur ein sjúklingur sjálvur eitt annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi til, ber sjúklingurin sjálvur ferðaútreiðslurnar millum sjálvvalda uppihaldsstaðið og viðgerðarstaðið.
§ 5 Leiðarin á tí føroyska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn tekur avgerð um møguligt val av…
Leiðarin á tí føroyska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn og viðgerðarstøð innanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab. Sjúkrahúsverkið ber ikki útreiðslur til hýruvogn, tó undantikið um sjúkrastøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt. Stk. 2. Sjúkrahúsverkið tekur avgerð um møguligt val av flutningsfari millum ávíst uppihaldsstað og viðgerðarstøð uttanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab. Sjúkrahúsverkið ber ikki útreiðslur til hýruvogn, tó undantikið um sjúkrastøðan hjá sjúklinginum er so vánalig, at hetta er neyðugt.
§ 6 Um sjúklingurin doyr, meðan hann er til viðgerðar uttanlands, ber sjúkrahúsverkið útreiðslurnar…
Um sjúklingurin doyr, meðan hann er til viðgerðar uttanlands, ber sjúkrahúsverkið útreiðslurnar av at flyta líkið aftur til Føroya. Stk. 2. Um ein persónur, sum er ávístur sum fylgjari hjá einum sjúklingi, doyr, meðan sjúklingurin er í viðgerð uttanlands, ber sjúkrahúsverkið útreiðslurnar av at flyta líkið aftur til Føroya. Ferðaútreiðslur fyri fylgjarar
§ 7 Tá ein yvirlækni metir, at sjúklingurin av heilsuávum ikki kann ferðast einsamallur, kann…
Tá ein yvirlækni metir, at sjúklingurin av heilsuávum ikki kann ferðast einsamallur, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so heilsustarvsfólk kann fylgja sjúklinginum á viðgerðarstaðið. Stk. 2. Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so ein persónur kann verða ávístur at fara við sjúklinginum sum fylgjari. Yvirlæknin tekur avgerð um møguligan fylgjara. Stk. 3. 1) Treytin fyri at kunna verða ávístur sum fylgjari er, at fylgjarin er sálarliga og likamliga fullførur.
§ 8 Um støðan hjá sjúklinginum versnar munandi, meðan sjúklingurin er í viðgerð uttanlands, kann…
Um støðan hjá sjúklinginum versnar munandi, meðan sjúklingurin er í viðgerð uttanlands, kann sjúkrahúsverkið í heilt serligum førum bera útreiðslurnar, so aðrir fylgjarar seinni kunnu ávísast at fara uttanlands fyri at vera um sjúklingin. Yvirlæknin tekur avgerð í slíkum málum. Stk. 2. Um ein sjúklingur, sum hevur fingið ávíst ein fylgjara við, liggur sjúkur uttanlands í 4 vikur ella longri, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar av, at fylgjarar kunnu skiftast um at fara uttanlands at vera um sjúklingin, so ein ávístur fylgjari er um sjúklingin í minsta lagi 4 vikur í senn. Stk. 3. Ynskja fylgjarar at skiftast um at vera um sjúklingin í styttri enn 4 vikur í senn, bera fylgjararnir sjálvir ferðaútreiðslurnar. Sjúkrahúsverkið ber tó uppihalds- og kostútreiðslurnar hjá viðkomandi.
§ 9 Er sjúklingurin yngri enn 18 ár, ber sjúkrahúsverkið ferðaútreiðslurnar, so ein fylgjari kann…
Er sjúklingurin yngri enn 18 ár, ber sjúkrahúsverkið ferðaútreiðslurnar, so ein fylgjari kann ávísast at fara við sjúklinginum uttanlands. Stk. 2. Er sjúklingurin yngri enn 18 ár, og heilt serlig viðurskifti gera seg galdandi, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so tveir fylgjarar kunnu ávísast at fara við sjúklinginum uttanlands. Yvirlæknin tekur avgerð í slíkum málum. Stk. 3. Heldur ein yvirlækni, at sjúklingurin av heilsuávum og fylgjarin ikki kunnu ferðast einsamallir á viðgerðarstaðið, kann sjúkrahúsverkið bera ferðaútreiðslurnar, so eisini heilsustarvsfólk kann fylgja sjúklinginum á viðgerðarstaðið. Uppihald uttanlands
§ 10 Sjúklingar, sum verða viðgjørdir innanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab, skulu ávísast…
Sjúklingar, sum verða viðgjørdir innanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab, skulu ávísast til at nýta tað føroyska sjúklingaheimið sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Sjúkrahúsverkið ber uppihaldsútreiðslurnar á tí føroyska sjúklingaheiminum í Keypmannahavn fyri teir persónar, ið fáa ferðaútreiðslurnar goldnar sambært hesi kunngerð. Stk. 2. Sjúklingar, sum verða viðgjørdir uttanfyri økið hjá Hovedstadens Sygehusfællesskab, skulu ávísast til at nýta sjúklingahotellið nærhendis viðgerðarstaðnum sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Sjúkrahúsverkið ber uppihaldsútreiðslurnar á tí ávísta sjúklingahotellinum fyri teir persónar, ið fáa ferðaútreiðslurnar goldnar sambært hesi kunngerð. Stk. 3. 1) Sjúklingar, sum hava bíðað eftir transplantatión ella líknandi í longri tíð, kunnu fáa ávíst annað uppihaldsstað í bíðitíðini enn tað frammanundan ávísta uppihaldsstaðið. Almanna- og heilsumálaráðið tekur avgerð um annað uppihaldsstað. Stk. 4. 1) Sjúklingar við veikari immunverju, orsakað av mergtransplantatión ella líknandi, og sum tískil ikki kunnu halda til, har aðrir sjúklingar eru, kunnu fáa ávíst annað uppihaldsstað í viðgerðartíðini enn tað ávísta sambært stk. 1 og 2. Almanna- og heilsumálaráðið tekur avgerð um annað uppihaldsstað. Stk. 5. 1) Sjúklingar yngri enn 18 ár kunnu verða ávístir til at nýta Ronald McDonald Huset sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Almanna- og heilsumálaráðið tekur avgerð um annað uppihaldsstað.
§ 11 Verður sjúklingur ávístur til eitt annað uppihaldsstað enn tað føroyska sjúklingaheimið í…
Verður sjúklingur ávístur til eitt annað uppihaldsstað enn tað føroyska sjúklingaheimið í Keypmannahavn ella annað sjúklingahotel, kann sjúkrahúsverkið bera útreiðslurnar, ið standast av hesum, tó í mesta lagi 300,00 kr. um samdøgrið. Sjúkrahúsverkið kann endurrinda sjúklingum og møguligum ávístum fylgjarum teirra 100,00 kr. fyri hvønn persón um samdøgrið fyri kostútreiðslur. Sjúklingum yngri enn 18 ár verður veitt 50,00 kr. um samdøgrið fyri hvønn til kostútreiðslur.
§ 12 Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann sjúkrahúsverkið bera uppihalds- og…
Gera heilt serlig viðurskifti seg galdandi, kann sjúkrahúsverkið bera uppihalds- og kostútreiðslurnar, so heilsustarvsfólk kunnu vera um sjúklingin í eitt tíðarskeið. Yvirlæknin tekur avgerð í slíkum málum.
§ 13 Velur ein sjúklingur sjálvur eitt annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst…
Velur ein sjúklingur sjálvur eitt annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi, ber sjúklingurin sjálvur uppihalds- og kostútreiðslurnar, ið standast í hesum sambandi.
§ 14 Persónur, ið er ávístur sum fylgjari hjá sjúklingi, skal nýta sama uppihaldsstað sum sjúklingurin
Persónur, ið er ávístur sum fylgjari hjá sjúklingi, skal nýta sama uppihaldsstað sum sjúklingurin. Gildiskoma
§ 15 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 104 frá 22. september 2003 um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands. Stk. 3. Sjúklingar, ið eru ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, áðrenn henda kunngerð kemur í gildi, eru fevndir av kunngerð nr. 104 frá 22. september 2003 um gjald fyri ferða- og uppihaldsútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands. Almanna- og heilsumálaráðið, 16. november 2004 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Aibritt á Plógv (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 26 frá 6. apríl 2005, har § 2 er soljóðandi: ”Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðin fær virknað frá 1. januar 2005.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.