Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

6. apríl 2005 Nr. 26

Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands

§ 1 Í kunngerð nr. 73 frá 16. november 2004 um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til…

Í kunngerð nr. 73 frá 16. november 2004 um gjald fyri ferða-, uppihalds- og kostútreiðslur til sjúklingar, sum verða ávístir til sjúkraviðgerð uttanlands, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 2 verður “og uppihald” strikað. 2) Í § 4 verður sum stk. 4 sett: “Stk. 4. Velur ein sjúklingur sjálvur eitt annað uppihaldsstað enn tað, sum sjúkrahúsverkið hevur ávíst viðkomandi til, ber sjúklingurin sjálvur ferðaútreiðslurnar millum sjálvvalda uppihaldsstaðið og viðgerðarstaðið.” 3) Í § 7 verður sum stk. 3 sett: “Stk. 3. Treytin fyri at kunna verða ávístur sum fylgjari er, at fylgjarin er sálarliga og likamliga fullførur. 4) Í § 10 verður aftaná stk. 2 sum nýtt stk. sett: “Stk. 3. Sjúklingar, sum hava bíðað eftir transplantatión ella líknandi í longri tíð, kunnu fáa ávíst annað uppihaldsstað í bíðitíðini enn tað frammanundan ávísta uppihaldsstaðið. Almanna- og heilsumálaráðið tekur avgerð um annað uppihaldsstað.” Stk. 3 verður hereftir stk. 4. 5) Í § 10 verður sum stk. 5 sett: “Stk. 5. Sjúklingar yngri enn 18 ár kunnu verða ávístir til at nýta Ronald McDonald Huset sum uppihaldsstað í viðgerðartíðini. Almanna- og heilsumálaráðið tekur avgerð um annað uppihaldsstað.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðin fær virknað frá 1.…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Kunngerðin fær virknað frá 1. januar 2005. Almanna- og heilsumálaráðið, 6. apríl 2005 Hans Pauli Støm (sign.) landsstýrismaður / Aibritt á Plógv (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙