Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

24. juli 2000 Nr. 101

Kunngerð um heimahjálp, sum seinast broytt við kunngerð nr. 155 frá 8. desember 2011

Við heimild í § 32 A, stk. 3 í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um lóg fyri Føroyar um almenna forsorg, sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 23. mai 1997 og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 78 frá 17. mei 2000, verður ásett:

Heimahjálparaskipanin

§ 1 1) Heimahjálparaskipanin, sum er partur av Nærverkinum, fevnir um allar persónar, sum eru staddir…

1) Heimahjálparaskipanin, sum er partur av Nærverkinum, fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum. Veitan av heimahjálp

§ 2 Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum

Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum: 1) Bráfeingis heimahjálp kann verða veitt í einum styttri tíðarbili, tá húsmóðrini / húsfaðirinum berst frá vegna sjúku, barnsburð ella eftirbata. Hjálpin kann vanliga ikki veitast longri enn 3 vikur, og í serligum førum ikki longri enn 6 vikur. Tá heilt serligar umstøður eru til staðar, kann hjálpin veitast í eitt longri tíðarskeið enn 6 vikur, tá vissa verður hildin at vera fyri, at tørvurin á hjálp heldur uppat eftir eitt avmarkað tíðarskeið. Uppgávan hjá heimahjálpini er at røkja tær arbeiðsuppgávur, sum vanliga verða røktar av húsmóðrini/húsfaðirinum í einum heimi. 2) Varandi heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt fyritíðar- og fólkapensjónistum, ið tørva hjálp orsakað av varandi sjúku ella breki. 3) Heimahjálp kann verða veitt av og á til at taka sær av brekaðum barni ella vaksnum í heiminum. Stk. 2. 2) Verður fyritíðar- ella fólkapensjónistur fastbúgvandi á eldrasambýlum, fær viðkomandi varandi heimahjálp.

§ 3 Tann, sum heldur tørv vera á heimahjálp í einum heimi, eitt nú húsfólkið sjálvt, lækni,…

Tann, sum heldur tørv vera á heimahjálp í einum heimi, eitt nú húsfólkið sjálvt, lækni, sjúkrasystir, bý- ella bygdaráð ella onnur, eigur at venda sær til økisleiðaran hesum viðvíkjandi. Stk. 2. 2) Ein tørvsmeting verður gjørd av, um heimahjálp kann verða játtað, og til hvørjar uppgávur heimahjálpin verður veitt til. Tó verður ongin tørvsmeting gjørd í sambandi við veiting av heimahjálp til fastbúgvandi á eldrasambýlum. Kærumyndugleiki

§ 4 1) Avgerð, sum Nærverkið hevur tikið kann innan 4 vikur kærast til kærunevndina í almanna- og…

1) Avgerð, sum Nærverkið hevur tikið kann innan 4 vikur kærast til kærunevndina í almanna- og heilsumálum. Fyrisitingin

§ 5 1) Nærverkið hevur fyrisitingina av heimahjálpini um hendi

1) Nærverkið hevur fyrisitingina av heimahjálpini um hendi. Stk. 2. Økisleiðararnir, sum hava dagligu leiðsluna av sínum øki um hendi, verða settir og loystir úr starvi av stjóranum fyri Nærverkið. Stk. 3. Stjórin fyri Nærverkið setir og loysir úr starvi heimahjálparar og onnur starvsfólk eftir tørvi. Setanarviðurskifti

§ 6 3) Lønar- og setanarviðurskifti hjá økisleiðarum, eftirlitsfólkum, heimahjálparum og øðrum…

3) Lønar- og setanarviðurskifti hjá økisleiðarum, eftirlitsfólkum, heimahjálparum og øðrum starvsfólkum eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarandi yrkisfelag. Egingjald

§ 7 3) Fyri heimahjálp veitta eftir § 2 nr. 1 ella nr. 3 verður onki at gjalda

3) Fyri heimahjálp veitta eftir § 2 nr. 1 ella nr. 3 verður onki at gjalda.

§ 8 3) 4) 2) 1) Fyri heimahjálp veitta sbrt. § 2, nr. 2 skal gjaldast fyri hvønn tíma í mun til ta…

3) 4) 2) 1) Fyri heimahjálp veitta sbrt. § 2, nr. 2 skal gjaldast fyri hvønn tíma í mun til ta inntøku, sum pensjónisturin og hjúnafelagi hava tilsamans umframt almannapensjónina, tá inntøkan er 15.000 kr. ella hægri um árið fyri støk og 22.500 kr. ella hægri um árið fyri hjún. Gjaldið er ásett í kunngerð um gjald fyri heimahjálp. Stk. 2. 1) Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum í § 20, stk. 1-5 í løgtingslóg um almannapensjónir. Stk. 3. 1) Goldið verður ikki fyri heimahjálp, tá pensjónistur er til umlætting. Stk. 4. 1) Goldið verður í mesta lagi fyri 30 tímar um mánaðin. Stk. 5. 1) 5) (Strikað). Stk. 6. 5) (Strikað). Stk. 7. Gjaldið fyri heimahjálp kann við samtykki frá pensjónistinum takast av pensjónini, innan hendan verður útgoldin..

§ 8 a 3) 4) 2) (Strikað)

3) 4) 2) (Strikað). Gildiskoma

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 29. mei…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2000. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 82 frá 29. mei 1997 um heimahjálp. Almanna- og Heilsumálastýrið, 24. juli 2000 Helena Dam á Neystabø (sign.) landsstýrismaður / Høgni Joensen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 3 frá 28. januar 2010, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2010.” 2) Broytt við kunngerð nr. 17 frá 6. mars 2007. 3) Broytt við kunngerð nr. 101 frá 23. august 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2005.” 4) Broytt við kunngerð nr. 139 frá 13. desember 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2006.” 5) Broytt við kunngerð nr. 155 frá 8. desember 2011, har § 2 ljóðar soleiðis: “Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
heimahjálp, sum broytt við kunngerð nr. 69 frá 16. juli 1999 · innanhýsis
Áður galdandi · 29. mai 1997
Broytingar
broyting í kunngerð um heimahjálp · innanhýsis
Áður galdandi · 8. desember 2011
Broytingar
broyting í kunngerð um heimahjálp · innanhýsis
Áður galdandi · 28. januar 2010
Broytingar
broyting í kunngerð um heimahjálp · innanhýsis
Áður galdandi · 6. mars 2007
Broytingar
broyting í kunngerð um heimahjálp · innanhýsis
Áður galdandi · 13. desember 2005
Broytingar
broyting í kunngerð um heimahjálp · innanhýsis
Áður galdandi · 23. august 2005
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙