Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
29. mai 1997 Nr. 82
Kunngerð um heimahjálp, sum broytt við kunngerð nr. 69 frá 16. juli 1999
Eftir heimild í § 32 A í lógarkunngerð nr. 100 frá 2. mars 1988 um lóg fyri Føroyar um almenna forsorg, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 76 frá 23. mei 1997, verður fyrisett:
§ 1 Heimahjálparaskipanin, sum er partur av Heimarøktini, fevnir um allar persónar, sum eru staddir í…
Heimahjálparaskipanin, sum er partur av Heimarøktini, fevnir um allar persónar, sum eru staddir í Føroyum.
§ 2 Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum
Heimahjálp kann verða veitt í hesum førum: 1. Bráfengis heimahjálp kann verða veitt í styttri tíðarbili, tá húsmóðrini (húsfaðirinum) berst frá vegna sjúku, barnsburð ella eftirbata (hvíld). Hjálpin kann vanliga ikki veitast út um 3 vikur, í serligum førum 6 vikur. Tá heilt serligar umstøður eru til staðar, kann hjálpin veitast fyri longri tíðarskeið enn 6 vikur av somu orsøk, tá vissa verður hildin at vera fyri, at tørvurin á hjálp heldur uppat eitt avmarkað tíðarskeið. Uppgávan hjá heimahjálparunum er at røkja tað, sum vanliga verður røkt av húsmóðrini (húsfaðirinum) í einum heimi. 2. Varandi heimahjálp kann í óavmarkaða tíð verða veitt fyritíðar- og fólkapensjónistum, ið tørva hjálp orsaka av varandi sjúku ella breki. 3. Heimahjálp kann verða veitt av og á til at taka sær av brekaðum barni ella vaksnum í heiminum.
§ 3 Tann, sum heldur tørv vera á heimahjálp í einum heimi, eitt nú húsfólkið sjálvt, lækni,…
Tann, sum heldur tørv vera á heimahjálp í einum heimi, eitt nú húsfólkið sjálvt, lækni, sjúkrasystir, býráð/bygdaráð ella onnur, eigur at venda sær til økisleiðaran. Stk. 2. Ein tørvsmeting verður gjørd av, um heimahjálp kann verða játtað, og til hvørjar uppgávur heimahjálpin verður veitt til.
§ 4 1) Um ein er ónøgdur við eina avgerð, sum økisleiðarin hevur tikið, kann avgerðin kærast til…
1) Um ein er ónøgdur við eina avgerð, sum økisleiðarin hevur tikið, kann avgerðin kærast til stjóran fyri Heimarøktina og Serforsorgina innan 4 vikur eftir, at avgerðin er tikin. Stk. 2. 1) Stjórin fyri Heimarøktina og Serforsorgina tekur eina avgerð innan 2 vikur frá tí degi, hann hevur móttikið kæruna.
§ 5 1) Heimarøktin hevur fyrisitingina av heimhjálpini um hendi
1) Heimarøktin hevur fyrisitingina av heimhjálpini um hendi. Stk. 2.1) Økisleiðararnir, sum hava dagligu leiðsluna av sínum øki um hendi, verða settir og loystir úr starvi av stjóranum fyri Heimarøktina og Serforsorgina. Stk. 3.1) Stjórin fyri Heimarøktina og Serforsorgina setir eftir tørvi og loysir úr starvi eftirlitsfólk, at vera økisleiðarunum til hjálpar, og heimahjálparar.
§ 6 Lønar- og setanarviðurskifti hjá økisleiðarum, eftirlitsfólki og heimahjálparum eru sambært…
Lønar- og setanarviðurskifti hjá økisleiðarum, eftirlitsfólki og heimahjálparum eru sambært sáttmála við landsstýrið og avvarðandi yrkisfeløg.
§ 7 Fyri heimahjálp veitta eftir § 2 nr. 1 ella nr. 3 verður at gjalda í mun til landsskattin hjá…
Fyri heimahjálp veitta eftir § 2 nr. 1 ella nr. 3 verður at gjalda í mun til landsskattin hjá húskinum ella uppihaldaranum eftir frádrátt í landsskattinum fyri børn: Er landsskatturin verður gjaldið fyri skattaárið um tíman: undir - 6.000 kr. kr. 0 6.000 kr. - 6.999 kr. kr. 5 7.000 kr. - 7.999 kr. kr. 6 8.000 kr. - 8.999 kr. kr. 7 9.000 kr. - 9.999 kr. kr. 8 10.000 kr. - 10.999 kr. kr. 9 11.000 kr. - 11.999 kr. kr. 10 12.000 kr. - 12.999 kr. kr. 11 13.000 kr. - 13.999 kr. kr. 12 14.000 kr. - 14.999 kr. kr. 13 15.000 kr. - 15.999 kr. kr. 14 16.000 kr. - 16.999 kr. kr. 15 17.000 kr. - 17.999 kr. kr. 16 18.000 kr. - 18.999 kr. kr. 17 19.000 kr. - 19.999 kr. kr. 18 20.000 kr. - 20.999 kr. kr. 19 21.000 kr. - 21.999 kr. kr. 20 22.000 kr. - 22.999 kr. kr. 21 23.000 kr. - 23.999 kr. kr. 22 24.000 kr. - 24.999 kr. kr. 23 25.000 kr. - 25.999 kr. kr. 24 26.000 kr. - 26.999 kr. kr. 25 27.000 kr. - 27.999 kr. kr. 26 28.000 kr. - 28.999 kr. kr. 27 29.000 kr. - 29.999 kr. kr. 28 30.000 kr. - 30.999 kr. kr. 29 31.000 kr. - 31.999 kr. kr. 30 32.000 kr. - 32.999 kr. kr. 31 33.000 kr. - 33.999 kr. kr. 32 34.000 kr. - 34.999 kr. kr. 33 35.000 kr. - 35.999 kr. kr. 34 36.000 kr. - 36.999 kr. kr. 35 37.000 kr. - 37.999 kr. kr. 36 38.000 kr. - 38.999 kr. kr. 37 39.000 kr. - 39.999 kr. kr. 38 40.000 kr. - 40.999 kr. kr. 39 41.000 kr. - 41.999 kr. kr. 40 42.000 kr. - 42.999 kr. kr. 41 43.000 kr. - 43.999 kr. kr. 42 44.000 kr. og meira kr. 43 Stk. 2. Peningurin verður at rinda Føroya Gjaldsstovu eftir uppkravi frá Heimarøktini.
§ 8 Fyri heimahjálp veitta eftir § 2, nr. 2 til pensjónistar verður at gjalda í mun til ta inntøku,…
Fyri heimahjálp veitta eftir § 2, nr. 2 til pensjónistar verður at gjalda í mun til ta inntøku, sum pensjónisturin og hjúnafelagin hava út um pensjónina, soleiðis sum inntøkan er uppgjørd til útrokning av pensjón (pensjónsviðbót), og við útrokningina av gjaldinum skal nýtast “inntøkumarkið“ sum lægsta inntøka, ið førir við sær lækkan av pensjónsviðbót: Tá inntøkan er í % verður at gjalda: av inntøkumarkinum minni enn 160 kr. 0 160 til 179 kr. 4 180 - 199 kr. 5 200 - 219 kr. 6 220 - 239 kr. 7 240 - 259 kr. 8 260 - 279 kr. 9 280 - 299 kr. 10 300 - 319 kr. 11 320 - 339 kr. 12 340 - 359 kr. 13 360 - 379 kr. 14 380 - 399 kr. 15 400 - 419 kr. 16 420 - 439 kr. 17 440 - 459 kr. 18 460 - 479 kr. 19 480 - 499 kr. 20 500 - 519 kr. 21 520 - 539 kr. 22 540 - 559 kr. 23 560 - 579 kr. 24 580 - 599 kr. 25 600 - 619 kr. 26 620 - 639 kr. 27 640 - 659 kr. 28 660 - 679 kr. 29 680 - 699 kr. 30 700 - 719 kr. 31 720 - 739 kr. 32 740 - 759 kr. 33 760 - 779 kr. 34 780 - 799 kr. 35 800 - 819 kr. 36 820 - 839 kr. 37 840 - 859 kr. 38 860 - 879 kr. 39 880 - 899 kr. 40 900 - 919 kr. 41 920 - 939 kr. 42 940 og meira kr. 43 Í mesta lagi verður at gjalda fyri 26 tímar um mánaðin. Gjaldið verður goldið sum frádráttur í pensjónini. Stk. 2. Hvørja ferð inntøkumarkið verður broytt, ger Almannastovan nýggjar talvur yvir gjaldið, serstakt fyri hjún, ið bæði eru pensjónistar, og fyri onnur.
§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr.…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 127 frá 9. oktober 1990 um heimahjálp. 1) Broytt við kunngerð nr. 69 frá 16. juli 1999.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.