Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. januar 2010 Nr. 3

Kunngerð um broyting í kunngerð um heimahjálp

§ 1 Í kunngerð nr. 101 frá 24. juli 2000 um heimahjálp, sum broytt við kunngerð nr. 101 frá 23.…

Í kunngerð nr. 101 frá 24. juli 2000 um heimahjálp, sum broytt við kunngerð nr. 101 frá 23. august 2005, kunngerð nr. 139 frá 13. desember 2005 og kunngerð nr. 17 frá 6. mars 2007, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 1 verður “Heimarøktini” broytt til: “Nærverkinum”. 2) § 4 verður orðað soleiðis: ”§ 4. Avgerð, sum Nærverkið hevur tikið kann innan 4 vikur kærast til kærunevndina í almanna- og heilsumálum.” 3) Í § 5, stk. 1 verður “Heimarøktin” broytt til: “Nærverkið”, og í stk. 2 og 3 verður “Heimarøktina” broytt til: “Nærverkið”. 4) § 8 verður orðað soleiðis: “§ 8. Fyri heimahjálp veitta sbrt. § 2, nr. 2 skal gjaldast fyri hvønn tíma í mun til ta inntøku, sum pensjónisturin og hjúnafelagi hava tilsamans umframt almannapensjónina, tá inntøkan er 15.000 kr. ella hægri um árið fyri støk og 22.500 kr. ella hægri um árið fyri hjún. Gjaldið er ásett í kunngerð um gjald fyri heimahjálp. Stk. 2. Inntøkugrundarlagið verður roknað sambært ásetingunum í § 20, stk. 1-5 í løgtingslóg um almannapensjónir. Stk. 3. Goldið verður ikki fyri heimahjálp, tá pensjónistur er til umlætting. Stk. 4. Goldið verður í mesta lagi fyri 30 tímar um mánaðin. Stk. 5. Fastbúgvandi á eldrasambýlum og á teimum ellis- og røktarheimum, sum ikki eru fevnd av ásetingunum um niðursetta pensjón í løgtingslóg um uppihald á stovni, rinda grundupphædd soleiðis: 1) Fastbúgvandi stakur rindar 2.000 kr. um mánaðin. 2) Fastbúgvandi, hvørs hjúnafelagi býr heima, rindar 1.000 kr. um mánaðin. 3) Hjún, sum bæði eru fastbúgvandi, rinda 1.000 kr. hvør um mánaðin. Stk. 6. Fastbúgvandi á eldrasambýlum og á teimum ellis- og røktarheimum, sum ikki eru fevnd av ásetingunum í løgtingslóg um uppihald á stovni um niðursetta pensjón, sum hava inntøku útyvir almannapensjón, ið er 50.000 kr. ella hægri fyri støk og 75.000 kr. ella hægri fyri hjún, rinda umframt grundgjald, altíð fyri 30 tímar um mánaðin. Gjaldið er ásett í kunngerð um gjald fyri heimahjálp. Stk. 7. Gjaldið fyri heimahjálp kann við samtykki frá pensjónistinum takast av pensjónini, innan hendan verður útgoldin.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2010

Henda kunngerð kemur í gildi 1. mars 2010. Almannamálaráðið 28. januar 2010 Rósa Samuelsen (sign.) landsstýriskvinna / Eyðun Mohr Hansen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
heimahjálp, sum seinast broytt við kunngerð nr. 155 frá 8. desember 2011 · innanhýsis
Áður galdandi · 24. juli 2000

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙