Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. januar 2016 Nr. 1

Kunngerð um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum, sum seinast broytt við kunngerð nr. 95 frá 24. mai 2022

Við heimild í § 48 og § 49, stk. 1 í løgtingslóg nr. 72 frá 22. mai 2015 um fjarskifti verður ásett:

§ 1 Henda kunngerð fyriskipar ásetingar um ársgjøld fyri eftirlitsvirksemi hjá…

Henda kunngerð fyriskipar ásetingar um ársgjøld fyri eftirlitsvirksemi hjá Fjarskiftiseftirlitinum av frekvensviðurskiftum og ómaksgjøld fyri at røkja uppgávurnar sambært kapittul 7 í løgtingslógini, og ásetingum settar við heimild í ásetingunum í kapittul 7 í løgtingslógini.

§ 2 Loyvishavar av frekvensum til siglingartænastur, loftferðslutænastur og landstøðir verða at…

Loyvishavar av frekvensum til siglingartænastur, loftferðslutænastur og landstøðir verða at gjalda ársgjøld fyri eftirlit og umsjón við loyvum, sum ásett í skjali 1 og 2. Stk. 2. Ársgjøldini fella til gjaldingar tann 1. januar á hvørjum ári. Um loyvishavar hava ynski um tað, kann ársgjaldið býtast í ársfjórðingar.

§ 3 Fyri tillutan av frekvensum verður at gjalda ómaksgjald á 500 kr

Fyri tillutan av frekvensum verður at gjalda ómaksgjald á 500 kr. Stk. 2. Fyri altjóða samskipan av frekvensi verður at gjalda ómaksgjald á 3.500 kr.

§ 4 Fyri próvtøku og endurnýggjan av próvtøku at fáa radiopróvbræv, útskriving av radiopróvbrævi og…

Fyri próvtøku og endurnýggjan av próvtøku at fáa radiopróvbræv, útskriving av radiopróvbrævi og avriti av radiopróvbrævi og útskriving av radioloyvi og avriti av radioloyvi, verður at gjalda ómaksgjald, sum ásett í skjali 3.

§ 5 Fyri próvtøku, útskriving av prógvi, avriti av prógvi og fyri útskriving av kalliteknum til…

Fyri próvtøku, útskriving av prógvi, avriti av prógvi og fyri útskriving av kalliteknum til áhugavarparatænastur og áhugavarparafylgisveinatænastur, verður at gjalda ómaksgjald, sum ásett í skjali 4.

§ 6 Um avgreiðsla sambært §§ 3, 4 og 5 hevur skund, kann Fjarskiftiseftirlitið harumframt krevja…

Um avgreiðsla sambært §§ 3, 4 og 5 hevur skund, kann Fjarskiftiseftirlitið harumframt krevja ómaksgjald á 1.000 kr. fyri skundavgreiðslu.

§ 7 Bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin øllum…

Bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin øllum gjøldum, sum eftir hesari kunngerð standast av loyvi til nýtslu av frekvensi.

§ 8 Um ásett gjaldsfreist ikki verður hildin, verður álagt eykagjald á 100 kr. fyri tær eyka…

Um ásett gjaldsfreist ikki verður hildin, verður álagt eykagjald á 100 kr. fyri tær eyka útreiðslur, ið standast av at senda áminningarskriv. Gildiskoma

§ 9 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 167 frá 20. desember 2011 um frekvens- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum. Uttanríkis- og vinnumálaráðið, 4. januar 2016 Poul Michelsen (sign.) landsstýrismaður / Bjørgfríð Ludvig (sign.) Skjal 1 Ársgjøld fyri siglingartænastur og flogferðslutænastur 1) T (MF-Telefonútgerð) kr. 200 2) U (HF-Telefonútgerð) - 200 3) V (Føst VHF-útgerð) - 200 4) B (Flytilig VHF-útgerð) - 100 5) E (COSPAS-SARSAT EPIRB 406 MHz) - 150 6) S (INMARSAT fylgisveinaútgerð) - 350 7) G (Radioteleksútgerð) - 350 8) UHF (UHF innanborða samskifti í bátum/skipum) - 100 9) Fastar VHF-siglinga og flogferðslutænastur á landi (LMR C-loyvi) - 1.000 10) Fastar HF-siglingar støðir á landi (LMR C-loyvi) - 10.000 11) Fastar MF-siglingastøðir á landi (LMR C-loyvi) - 10.000 12) Flytiligar VHF-siglingar- og flogferðslutænastur á landi (LMR B-loyvi) - 200 1) 2) Skjal 2 Ársgjøld fyri landstøðir 1) Høvuðsstøðir 30MHz, 2m, 4m og UHF (C-loyvi) kr. 300 2) Flytiligar eindir (B-loyvi) kr. 100 3) Hýruvognstøðir við minst 20 hýruvognum skipaðir undir støðini, verða at gjalda eitt samla gjald fyri hýruvognar og høvuðsstøðina kr. 3.000 4) Radiofjarstýring (fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 200 5) Telemetri (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi) Telemetri, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 200 kr. 1.000 6) Mikrobylgju (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi) Mikrobylgju, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 200 kr. 1.000 7) Samskifti við mátidata (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi) Samskifti við mátidata, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 200 kr. 1.000 8) Mikrofonsendiútgerð (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 500 9) Persónsleitiútgerð (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 200 10) Royndarsendingar undir 3 GHz (S-loyvi) kr. 500 11) Royndarsendingar yvir 3 GHz (S-loyvi) kr. 700 12) Audio Link (S-loyvi) kr. 500 13) Útvarp/Nærvarp. (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 3.000 14) Útvarp/Nærvarp í tunlum (Fyri hvønn frekvens) (S-loyvi) kr. 3.000 15) Sjónvarp (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 2.000 16) Radioketur: a) Frekvensloyvi (S-loyvi) b) Fyri hvørt tillutað MHz í 3-9,5 GHz frekvensbandinum c) Fyri hvørt tillutað MHz í 9,5-15 GHz frekvensbandinum d) Fyri hvørt tillutað MHz í 15-21 GHz frekvensbandinum e) Fyri hvørt tillutað MHz í 21-33,4 GHz frekvensbandinum f) Fyri hvørt tillutað MHz í 33,4-57 GHz frekvensbandinum g) Fyri hvørt tillutað MHz omanfyri 57 GHz frekvensbandinum Kravt verður ikki frekvensgjald fyri seinnu pólariseringina, um dual-pólarisering verður nýtt. kr. 1.000 kr. 63 kr. 38 kr. 25 kr. 17 kr. 11 kr. 3 17) DVB-T (Hvørja kanal sær) (S-loyvi) kr. 2.000 18) SNG-fylgisveinasendiútgerð (Satellite News Gathering) (S-loyvi) kr. 3.000 19) V-SAT fylgisveinaútgerð (Very Small Apparature Terminal) (Heavy Duty) (S-loyvi) kr. 3.000 20) INMARSAT fylgisveinaútgerð kr. 3.000 21) Fastar SAT-jørðstøðir (Føst fylgisveinaútgerð til breitt samskifti) (S-loyvi) kr. 10.000 22) DCS (Digital Cellular System 1800 MHz. (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 23) UMTS 2100 og 2600 (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 24) LTE (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 25) GSM (Global System for Mobile Communication) (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 26) FWA (Fixed Wireless Access) (Fyri hvørji 10 MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 27) Nýfrættisútgerð (Reportageútgerð) (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 500 28) MF-útvarpsstøðir (S-loyvi) kr. 10.000 Allýsingar: C – loyvi: Føst støð á landi. B – loyvi: Flytilig støð á landi S – loyvi: Øll onnur frekvensloyvi á landi, t.d. tíðaravmarkað loyvi, royndar loyvi, loyvi til telemetri, VSATloyvi o.a. Skjal 3 Ómaksgjøld, siglingarradiotænastur, próvbrøv og próvtøkugjøld Próvtøkugjald GOC (General Operator´s Certificate) kr. 800 Gjald endurnýggjanarroynd GOC - 700 Próvtøkugjald ROC (Restricted Operator´s Certificate) - 600 Próvtøkugjald LRC (Long Range Certificate) - 700 Próvtøkugjald SRC (Short Range Certificate) - 500 Útskriving av próvbrævi og avrit av próvbrævi - 200 Útskriving av radioloyvi og avrit av radioloyvi - 150 Skjal 4 Ómaksgjøld, áhugavarparar, próvbrøv, próvtøkugjald og loyvir Próvtøkugjald kr. 500 Útflýggjan av loyvi og avrit av loyvi til áhugavarparar - 150 1) Broytt við kunngerð nr. 92 frá 16. mai 2022. 2) Broytt við kunngerð nr. 95 frá 24. mai 2022.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
frekvens- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum · innanhýsis
Áður galdandi · 20. desember 2011
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙