Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

16. mai 2022 Nr. 92

Kunngerð um broyting í kunngerð um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum

(Lækking av ársgjaldi fyri radioketur)

§ 1 Í kunngerð nr. 1 frá 4. januar 2016 um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum verður…

Í kunngerð nr. 1 frá 4. januar 2016 um frekvensgjøld og ómaksgjøld á radiosamskiftisøkinum verður skjal 2 orðað sum ásett í skjali 1.

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2022

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. januar 2022. Umhvørvis- og vinnumálaráðið, 16. mai 2022 Magnus Rasmussen (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.) Skjal 1 “Skjal 2 Ársgjøld fyri landstøðir 1) Høvuðsstøðir 30MHz, 2m, 4m og UHF (C-loyvi) kr. 300 2) Flytiligar eindir (B-loyvi) kr. 100 3) Hýruvognstøðir við minst 20 hýruvognum skipaðir undir støðini, verða at gjalda eitt samla gjald fyri hýruvognar og høvuðsstøðina kr. 3.000 4) Radiofjarstýring (fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 200 5) Telemetri (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi) Telemetri, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 200 kr. 1.000 6) Mikrobylgju (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi) Mikrobylgju, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 200 kr. 1.000 7) Samskifti við mátidata (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd) (S-loyvi) Samskifti við mátidata, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 200 kr. 1.000 8) Mikrofonsendiútgerð (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 500 9) Persónsleitiútgerð (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 200 10) Royndarsendingar undir 3 GHz (S-loyvi) kr. 500 11) Royndarsendingar yvir 3 GHz (S-loyvi) kr. 700 12) Audio Link (S-loyvi) kr. 500 13) Útvarp/Nærvarp. (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 3.000 14) Útvarp/Nærvarp í tunlum (Fyri hvønn frekvens) (S-loyvi) kr. 3.000 15) Sjónvarp (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 2.000 16) Radioketur: a) Frekvensloyvi (S-loyvi) b) Fyri hvørt tillutað MHz í 3-9,5 MHz frekvensbandinum c) Fyri hvørt tillutað MHz í 9,5-15 MHz frekvensbandinum d) Fyri hvørt tillutað MHz í 15-21 MHz frekvensbandinum e) Fyri hvørt tillutað MHz í 21-33,4 MHz frekvensbandinum f) Fyri hvørt tillutað MHz í 33,4-57 MHz frekvensbandinum g) Fyri hvørt tillutað MHz omanfyri 57 MHz frekvensbandinum Kravt verður ikki frekvensgjald fyri seinnu pólariseringina, um dual-pólarisering verður nýtt. kr. 1.000 kr. 63 kr. 38 kr. 25 kr. 17 kr. 11 kr. 3 17) DVB-T (Hvørja kanal sær) (S-loyvi) kr. 2.000 18) SNG-fylgisveinasendiútgerð (Satellite News Gathering) (S-loyvi) kr. 3.000 19) V-SAT fylgisveinaútgerð (Very Small Apparature Terminal) (Heavy Duty) (S-loyvi) kr. 3.000 20) INMARSAT fylgisveinaútgerð kr. 3.000 21) Fastar SAT-jørðstøðir (Føst fylgisveinaútgerð til breitt samskifti) (S-loyvi) kr. 10.000 22) DCS (Digital Cellular System 1800 MHz. (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 23) UMTS 2100 og 2600 (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 24) LTE (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 25) GSM (Global System for Mobile Communication) (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 26) FWA (Fixed Wireless Access) (Fyri hvørji 10 MHz) (S-loyvi) kr. 3.000 27) Nýfrættisútgerð (Reportageútgerð) (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) kr. 500 28) MF-útvarpsstøðir (S-loyvi) kr. 10.000 Allýsingar: C – loyvi: Føst støð á landi. B – loyvi: Flytilig støð á landi S – loyvi: Øll onnur frekvensloyvi á landi, t.d. tíðaravmarkað loyvi, royndar loyvi, loyvi til telemetri, VSATloyvi o.a.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙