Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. desember 2011 Nr. 167

Kunngerð um frekvens- og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum

Við heimild í § 15e, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 79 frá 23. mai 1997 um fjarskifti, sum broytt við løgtingslóg nr. 15 frá 17. februar 2009 verður ásett:

§ 1 Fjarskiftiseftirlitið krevur inn hesi frekvensgjøld

Fjarskiftiseftirlitið krevur inn hesi frekvensgjøld: Ársgjøld, siglingar- og –flogferðslutænastur: X (MF-Telegrafútgerð) kr. 200 Z (HF-Telegrafútgerð) - 200 T (MF-Telefonútgerð) - 200 U (HF-Telefonútgerð) - 200 V (Føst VHF-útgerð) - 200 B (Flytilig VHF-útgerð) - 100 W (1-Watt-útgerð) - 100 E (COSPAS-SARSAT EPIRB 406 MHz) - 150 F (INMARSAT EPIRB 1645,5-1646,5 MHz) - 150 S (INMARSAT fylgisveinaútgerð) - 350 G (Radioteleksútgerð) - 350 UHF (UHF innanborða samskifti í bátum/skipum) - 100 Fastar VHF-siglinga og flogferðslutænastur á landi (LMR C-loyvi) - 1.000 Fastar HF-siglingar støðir á landi (LMR C-loyvi) - 10.000 Fastar MF-siglingastøðir á landi (LMR C-loyvi) - 10.000 Flytiligar VHF-siglingar- og flogferðslutænastur á landi (LMR B-loyvi) - 200 Ársgjøld, landstøðir: Høvuðsstøðir 30MHz, 2m, 4m og UHF (C-loyvi) kr. 300 Flytiligar eindir (B-loyvi) - 100 Radiofjarstýring (fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) - 200 Telemetri (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd)(S-loyvi) Telemetri, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) - 200 1.000 Mikrobylgju (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd)(S-loyvi) Mikrobylgju, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) - 200 1.000 Samskifti við mátidata (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær, maks. 200 kHz bandbreidd)(S-loyvi) Samskifti við mátidata, breiðband (fyri hvørt MHz) (S-loyvi) - 200 1.000 Mikrofonsendiútgerð (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) - 500 Persónsleitiútgerð (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) - 200 Royndarsendingar undir 3 GHz (S-loyvi) - 500 Royndarsendingar yvir 3 GHz (S-loyvi) - 700 Audio Link (S-loyvi) - 500 Útvarp/Nærvarp. (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) - 3.000 Sjónvarp (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær) (S-loyvi) - 2.000 Radioketur (Fyri hvønn staðarbundnan frekvens sær, íroknað 25 MHz) (S-loyvi) Radioketur (Nýtsla omanfyri 25 MHz, gjald fyri hvørt MHz sær) (S-loyvi) - - 2.000 80 DVB-T (Hvønn frekvens sær/kanal sær) (S-loyvi) - 2.000 SNG-fylgisveinasendiútgerð (Satellite News Gathering) (S-loyvi) - 3.000 V-SAT fylgisveinaútgerð (Very Small Apparature Terminal) (Heavy Duty) (S-loyvi) - 3.000 INMARSAT fylgisveinaútgerð - 3.000 Fastar SAT-jørðstøðir (Føst fylgisveinaútgerð til breitt samskifti) (S-loyvi) - 10.000 DCS (Digital Cellular System 1800 MHz. (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) - 3.000 UMTS 2100 og 2600 (Fyri hvørt MHz) (S-loyvi) 3.000 GSM (Global System for Mobile Communication) (Fyri hvørt MHz)(S-loyvi) - 3.000 FWA (Fixed Wireless Access) (Fyri hvørji 10 MHz) (S-loyvi) - 3.000 Nýfrættisútgerð (Reportageútgerð) (Fyri hvønn frekvens/hvørja støð sær)(S-loyvi) - 500 MF-útvarpsstøðir (S-loyvi) - 10.000 Tilskilaðu stavirnar merkja: C = Føst støð á landi. B = Flytilig støð á landi S = Øll onnur frekvens - loyvi á landi (Tíðaravmarkað loyvi, royndar-loyvi, telemetri, VSAT-loyvi o.s.fr.)

§ 2 Fjarskiftiseftirlitið krevur inn hesi avgreiðslugjøld

Fjarskiftiseftirlitið krevur inn hesi avgreiðslugjøld: Siglingarradiopróvbrøv og próvtøkugjøld: GOC (General Operator´s Certificate) kr. 800 GOC Endurnýggjanarroynd - 700 ROC (Restricted Operator´s Certificate) - 700 LRC (Long Range Certificate) - 700 SRC (Short Range Certificate) - 500 Annað: Áhugavarparar (Próvtøkugjald) kr. 500 Makaprógv - 200 Makaloyvi - 200 Útflýggjan av loyvi - 150 Tillutan av frekvensi - 500 Altjóða samskipan av frekvensi - 3.500 Skundavgreiðsla - 1.000

§ 3 Bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin øllum…

Bjargingarfeløg og onnur áhugafeløg, sum virka innan tilbúgvingarøkið, eru undantikin øllum gjøldum, sum eftir hesari kunngerð standast av loyvi til nýtslu av frekvensi.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 70 frá 2.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2012. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 70 frá 2. november 2004 um frekvens (tíddar) - og avgreiðslugjøld á radiosamskiftisøkinum. Vinnumálaráðið, 20. desember 2011 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙