Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
23. juli 2003 Nr. 99
Kunngerð um veiðihagtøl og góðkenning av innvigingarskipanum hjá fiskakeyparum
Við heimild í § 9, stk. 1. nr. 4 og § 32 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1 Allur fiskur, sum verður avreiddur, umskipaður ella lagdur á goymslu í Føroyum, skal um eina av…
Allur fiskur, sum verður avreiddur, umskipaður ella lagdur á goymslu í Føroyum, skal um eina av Fiskiveiðieftirlitinum góðkenda innvigingarskipan. Stk. 2. Álagt verður øllum, sum taka ímóti fiski í Føroyum, at nýta vektarseðlar og avreiðingarseðlar, sum eru góðkendir av Fiskiveiðieftirlitinum. Seðlarnir skulu vera nágreiniliga útfyltir. Avreiðingarseðlar skulu sendast Lønjavningarstovuni í seinasta lagi eina viku eftir, at fiskurin er innvigaður. Vektarseðlar skulu útflýggjast Fiskiveiðieftirlitinum, tá biðið verður um at fáa hesar. Stk. 3. Vektar- og avreiðingarseðlar kunnu sendast Lønjavningarstovuni og Fiskiveiðieftirlitinum elektroniskt. Stk. 4. Seðlarnir verða nýttir í øllum viðurskiftum við almennar stovnar m.a. sum grundarlag fyri avrokning, veiðieftirlitsskyldum, hagtalsskyldum, almennum stuðli o.ø. Seðlarnir verða eisini nýttir til sama endamál, tá skip undir fremmandum flaggi avreiða, umskipa ella leggja veiði upp í Føroyum.
§ 2 Allir, sum taka ímóti fiski, skulu senda umsókn til Fiskiveiðieftirlitið um at verða skrásettir…
Allir, sum taka ímóti fiski, skulu senda umsókn til Fiskiveiðieftirlitið um at verða skrásettir og góðkendir sum fiskamóttakarar, og fyri at fáa mannagongdina fyri viðkomandi innvigingarskipan góðkenda, herundir eisini útfylling av vektar- og avreiðingarseðli. Stk. 2. Innivigingarskipanin skal innihalda: 1. Góðkenda vekt. 2. Góðkenning av 2 ábyrgdarfólkum, sum hava ábyrgdina av, at vektar- og avreiðingarseðlar eru rætt útfyltir. Ábyrgdarfólkini vátta við síni undirskrift á vektarseðli og avreiðingarseðli, at upplýsingarnar á seðlunum eru rættar, og skulu við hvørja landing tryggja sær, at skip undir føroyskum flaggi hava fiskiloyvi frá Fiskivinnustovuni. Stk. 3. Fiskiveiðieftirlitið góðkennir innvigingarskipanirnar fyri tvey ár í senn. Um teir, sum taka ímóti fiski ikki halda skipanina, broyta skipanina ella skifta ábyrgdarfólk, dettur góðkenningin burtur og søkjast skal av nýggjum.
§ 3 Fiskiveiðieftirlitið fremur staksýniseftirlit. Eftirlitið fer fram sambært reglunum fyri…
Fiskiveiðieftirlitið fremur staksýniseftirlit. Eftirlitið fer fram sambært reglunum fyri staksýniseftirlit við innvigingarskipanum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva øðrum almennum stovni at kanna innvigaða veiði, um endamálið er at útvega upplýsingar um longd og aldur á fiski. Stk. 3. Teir, sum taka ímóti fiski, skulu vera teimum í hesi kunngerð nevndu stovnum til hjálpar í arbeiði teirra, og hava skyldu at útflýggja upplýsingar til eftirlitsendamál. Stk. 4. Fólk frá almennum stovnum, við loyvi at fremja staksýniseftirlit, skulu hava hóskandi samleikaprógv.
§ 4 Sambært § 40, stk. 1, nr. 1, 5 ella 6 í lógini verður tann, sum brýtur reglurnar í hesi kunngerð…
Sambært § 40, stk. 1, nr. 1, 5 ella 6 í lógini verður tann, sum brýtur reglurnar í hesi kunngerð revsaður við bót, um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 48 frá 14. apríl 1994 um veiðihagtøl og góðkenning av innvigingarskipan hjá fiskakeyparum. Stk. 2. § 2, stk. 1 er tó ikki galdandi fyri innvigingarskipanir, sum eru góðkendar, tá henda kunngerð kemur í gildi. Fiskimálaráðið, 23. juli 2003 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.