Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
27. juni 2005 Nr. 94
Kunngerð um veiðihagtøl og góðkenning av innvigingarskipanum
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 4, § 32 og § 40, stk. 2 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
§ 1 Allur fiskur, sum verður avreiddur, umskipaður ella lagdur á goymslu í Føroyum, skal um eina…
Allur fiskur, sum verður avreiddur, umskipaður ella lagdur á goymslu í Føroyum, skal um eina innvigingarskipan, sum er góðkend av Fiskiveiðieftirlitinum. Fiskiveiðieftirlitið kann somuleiðis góðkenna innvigingarskipanir umborð á fiskifari eftir somu mannagongdum, sum eru ásettar í hesi kunngerð. Stk. 2. Á øllum góðkendum innvigingarskipanum skulu nýtast vektar- og avreiðingarseðlar, sum eru góðkendir av Fiskiveiðieftirlitinum. Stk. 3. Avreiðingarseðlar skulu sendast Lønjavningarstovuni í seinasta lagi eina viku eftir, at fiskurin er innvigaður. Stk. 4. Vektarseðlar skulu frá 15. juli 2005 sendast Fiskiveiðieftirlitinum elektroniskt. Vektarseðlar skulu sendast Fiskiveiðieftirlitinum beinanvegin liðugt er at landa. Stk. 5. Seðlarnir verða nýttir í viðurskiftum við almennar stovnar m.a. sum grundarlag fyri avrokning, veiðieftirlitsskyldum, hagtalsskyldum og almennum stuðli. Seðlarnir verða eisini nýttir til sama endamál, tá fiskifør undir fremmandum flaggi avreiða, umskipa ella leggja veiði upp í Føroyum.
§ 2 Øll sum innviga fisk, skulu senda umsókn til Fiskiveiðieftirlitið um at verða skrásett til tess…
Øll sum innviga fisk, skulu senda umsókn til Fiskiveiðieftirlitið um at verða skrásett til tess at fáa viðkomandi innvigingarskipan góðkenda. Stk. 2. Ein innvigingarskipan skal innihalda: 1) Góðkenda vekt 2) Góðkenning av minst 2 ábyrgdarfólkum. Stk. 3. Ábyrgdarfólkini hava ábyrgdina av, at vektarseðlar eru rætt útfyltir. Tey skulu vátta við síni undirskrift á vektarseðlarnar, at upplýsingarnar eru rættar. Stk. 4. Fiskiveiðieftirlitið góðkennir innvigingarskipanirnar fyri 2 ár í senn. Um treytirnar sambært hesi grein ikki verða hildnar, dettur góðkenningin burtur, og søkjast skal av nýggjum.
§ 3 Fiskiveiðieftirlitið fremur staksýniseftirlit. Eftirlitið fer fram sambært reglunum fyri…
Fiskiveiðieftirlitið fremur staksýniseftirlit. Eftirlitið fer fram sambært reglunum fyri staksýniseftirlit við innvigingarskipanum. Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann loyva Fiskirannsóknarstovuni at gera neyðugar kanningar av landingum í Føroyum í sambandi við stovnsmetingar av fiskastovnum. Stk. 3. Tey, ið varða av góðkendum innvigingarskipanum, skulu vera teimum í hesi kunngerð nevndu stovnum til hjálpar í arbeiði teirra, og hava skyldu at útflýggja upplýsingar til eftirlitsendamál. Stk. 4. Fólk frá almennum stovnum, við loyvi at fremja staksýniseftirlit, skulu hava hóskandi samleikaprógv.
§ 4 Sambært § 40, stk. 1, nr. 1, 5 og 6 og § 40, stk. 2 í lógini verður tann sum brýtur reglurnar í…
Sambært § 40, stk. 1, nr. 1, 5 og 6 og § 40, stk. 2 í lógini verður tann sum brýtur reglurnar í hesi kunngerð revsaður við bót, um ikki harðari revsing er ásett eftir aðrari lóg.
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99 frá 23. juli 2003 um veiðihagtøl og góðkenning av innvigingarskipanum hjá fiskakeyparum. Stk. 2. § 2, stk. 1 er tó ikki galdandi fyri innvigingarskipanir, sum eru góðkendar, tá henda kunngerð kemur í gildi. Fiskimálaráðið, 27. juni 2005 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Herálvur Joensen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.