Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

14. apríl 1994 Nr. 48

Kunngerð um veiðihagtøl og góðkenning av innvigingarskipanum hjá fiskakeyparum

Við heimild í § 9, stk. 1, pkt. 3), og § 32, og samsvarandi §§ 33 og 34 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Álagt verður øllum, sum keypa og taka móti fiski í Føroyum, at nýta vektarseðlar og…

Álagt verður øllum, sum keypa og taka móti fiski í Føroyum, at nýta vektarseðlar og avreiðingarseðlar, sum eru góðkendir av Fiskiveiðieftirlitinum. Seðlarnir skulu útfyllast nágreiniliga sambært ta leiðbeining, sum fylgir við. Seðlarnir skulu nýtast í øllum viðurskiftum við almennar stovnar, m.a. sum grundarlag fyri avrokning, veiðieftirlitsskyldum, hagtalsskyldum, almennum stuðli o.ø. Seðlarnir skulu eisini nýtast, tá skip undir fremmandum flaggi avreiða, umskipa ella leggja veiðu upp í Føroyum.

§ 2 Allir fiskakeyparar skulu senda umsókn til Fiskiveiðieftirlitið um at verða skrásettir og…

Allir fiskakeyparar skulu senda umsókn til Fiskiveiðieftirlitið um at verða skrásettir og góðkendir sum fiskakeyparar, og fyri at fáa mannagongd fyri viðkomandi innvigingarskipan síni góðkenda, herundir eisini útfylling av vektar- og avreiðingarseðli. Henda skipan skal innihalda: 1. Góðkenda vekt. 2. Góðkenning av 2 ábyrgdarfólkum, sum hava ábyrgdina av, at vektar- og avreiðingarseðlar eru rætt útfyltir. Ábyrgdarfólkini vátta við síni undirskrift á vektarseðli og avreiðingarseðli, at upplýsingarnar á seðlunum eru rættar og skulu við hvørja avreiðing tryggjað sær, at skip undir føroyskum flaggi hava fiskiloyvi frá Fiskiveiðieftirlitinum. Stk. 2. Fiskiveiðieftirlitið góðkennir innvigingarskipanirnar fyri tvey ár í senn. Um fiskakeypari ikki heldur skipanina, broytir skipanina ella skiftir ábyrgdarfólk, dettur góðkenningin burtur og søkjast skal av nýggjum. Stk. 3. Ikki er loyvt at keypa ella taka ímóti fiski uttan góðkenda innvigingarskipan.

§ 3 Fiskiveiðieftirlitið fremur staksýniseftirlit. Eftirlitið fer fram sambært reglum lýstar í…

Fiskiveiðieftirlitið fremur staksýniseftirlit. Eftirlitið fer fram sambært reglum lýstar í kunngerð nr. 106 frá 29. juni 1992 um starvsreglugerð fyri staksýniseftirlit við innvigingarskipanum. Landsstýrið kann somuleiðis loyva øðrum almennum stovni at kanna innvigaða veiði, um endamálið er at útvega upplýsingar um longd og aldur á fiski. Fiskakeypari skal vera almennu stovnunum við tílíkum loyvi til hjálpar í arbeiði teirra. Stk. 2. Fólk frá almennum stovnum við loyvi at fremja staksýniseftirlit skulu hava samleikaprógv frá landsstýrinum.

§ 4 Brot á ásetanirnar í hesi kunngerð koma undir bót

Brot á ásetanirnar í hesi kunngerð koma undir bót.

§ 5 Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
veiðihagtøl og góðkenning av innvigingarskipanum hjá fiskakeyparum · innanhýsis
Áður galdandi · 23. juli 2003

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙