Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

18. november 2008 Nr. 99

Kunngerð um gjøld til Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg

Kapittul 1 Gjøld fyri fráboðan

Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Kapittul 3 Ársgjald

Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Við heimild í §154, stk. 7 í fyriskipan nr. 1356 frá 9. desember 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg og § 69, stk. 6 í fyriskipan nr. 1111 frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg hevur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1

Gjøld fyri fráboðan

Kapittul 1 Gjøld fyri fráboðan

Fyri fráboðan av nýggjum partafeløgum verða goldnar 2.500 kr., fyri smápartafeløg tó 1.800 kr. Stk. 2. Fyri fráboðan av nýggjum parta- og smápartafeløgum verður harafturat goldið eitt eyka gjald upp á 4‰ av teknaða partapeninginum, har hetta gjald tó ikki má fara upp um 25.000 kr. Fyri fráboðan av nýggjum feløgum, stovnað við samanlegging, verður eykagjaldið tó goldið av tí upphæddini, sum partapeningur felagsins er meira enn samlaði partapeninurin í teimum báðum samanløgdu feløgunum. Sama gjald verður latið fyri fráboðan um hækkan av partapeningi í parta- og smápartafeløgum. Fyri samstundis lækkan og hækkan verður gjaldið tó bert latið av tí upphædd, ið er út yvir lækkanina. Gjaldið má heldur ikki í hesum førum fara upp um 25.000 kr.

Fyri fráboðan av eini ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar 600 kr. fyri hvørja fráboðan sær, sí tó § 6, stk. 2. Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum parta- ella smápartafelag verða goldnar 5.000 kr. fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið, sambært § 117 í fyriskipan nr. 1356 frá 20. des. 2007 um partafeløg ella § 60 í fyriskipan nr. 1111 frá 20. sept. 2007 um smápartafeløg.

Fyri fráboðan av deildum og virkisdeildum í útlendskum fyritøkum, sum hava heimstað uttan fyri Føroyar, verða goldnar 1.700 kr.

Gjaldið sambært §§ 1 – 3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd fyrr enn gjaldið er goldið. Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Fyri beinleiðis skráseting á teldukervinum hjá skrásetingini av broytingum viðvíkjandi parta- og smápartafeløgum verða goldnar 300 kr. Stk. 2. Fyri beinleiðis skráseting av broyting viðvíkjandi grannskoðara, roknskaparári, navni ella heimstaði verður onki gjald goldið. Kapittul 3 Ársgjald

Kapittul 3 Ársgjald

Fyri innsending og kunngerðing av ársroknskapum v.m. verða goldnar 300 kr. um árið, fyri smápartafeløg tó 200 kr. jvb. § 154, stk. 8 í partafelagslógini og § 69, stk. 7 í smápartafelagslógini. Stk. 2. Tað í stk. 1 nevnda gjald fevnir eisini um fráboðan um broyting av ársroknskaparári, grannskoðaraviðurskiftum, navni ella heimstaði. Stk. 3. Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið serligt uppkrav er móttikið. Feløg, ið eru undir avtøku, tá ið uppkravið verður sent, skulu ikki gjalda. Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99 frá 13. desember 1999 um gjøld til Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg. Vinnumálaráðið, 18. november 2008 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg · innanhýsis
Áður galdandi · 11. juni 2009
Avtøkur
gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg · innanhýsis
Áður galdandi · 13. desember 1999

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙