Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. december 1999 Nr. 99

Kunngerð um gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg

Kapittul 1 Gjøld fyri fráboðan

Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Kapittul 3 Ársgjald

Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Við heimild í § 154, stk. 3 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg og § 124, stk. 3 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg verður ásett:

Kapittul 1

Gjøld fyri fráboðan

Kapittul 1 Gjøld fyri fráboðan

Fyri fráboðan av nýggjum partafeløgum verða goldnar kr. 2.500, fyri smápartafeløg tó kr. 1.800. Stk. 2. Fyri fráboðan av nýggjum parta- og smápartafeløgum verður haraftrat goldið eitt eykagjald uppá 4‰ av teknaða partapeninginum, ið tó ikki má fara upp um kr. 25.000. Fyri fráboðan av nýggjum feløgum stovnað við samanlegging, verður eykagjaldið tó goldið av tí upphæddini, sum partapeningur felagsins er meira enn samlaði partapeningurin í teimum báðum samanløgdu feløgunum. Sama gjald verður latið fyri fráboðan um hækkan av parta-peningi í parta- og smápartafeløgum. Fyri samstundis lækkan og hækkan verður gjaldið tó bert latið av tí upphædd, ið er útyvir lækkanina. Gjaldið má heldur ikki í hesum førum fara upp um kr. 25.000.

Fyri fráboðan av eini ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar kr. 600 fyri hvørja fráboðan sær, sí tó § 6, stk. 2. Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum parta- ella smá-partafelag, verða goldnar kr. 5.000 fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið sambært § 117 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 ella § 86 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993

Fyri fráboðan av deildum og virkisdeildum í útlendskum fyritøkum, sum hava heimstað uttan fyri Føroyar, verða goldnar kr. 1.700.

Gjaldið sambært §§ 1-3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd fyrr enn gjaldið er goldið. Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Fyri beinleiðis skráseting á teldukervinum hjá skrásetingini av broytingum viðvíkjandi parta- og smápartafeløgum verða goldnar kr. 300. Stk. 2. Fyri beinleiðis skráseting av broyting viðvíkjandi grannskoðara, roknskaparári, navni ella heimstaði verður onki gjald goldið. Kapittul 3 Ársgjald

Kapittul 3 Ársgjald

Fyri innsending og kunngerðing av ársroknskapum v.m. verða goldnar kr. 300 um árið, fyri smápartafeløg tó kr. 200. Stk. 2. Tað í stk. 1 nevnda gjald fevnir eisini um fráboðan um broyting av ársroknskaparári, grannskoðaraviðurskiftum, navni ella heimstaði. Stk. 3. Gjaldið fellur til gjaldingar, tá ið serligt uppkrav er móttikið. Feløg, ið eru undir avtøku, tá ið uppkravið verður sent, skulu ikki gjalda. Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 203 frá 28. desember 1993 við seinni broytingum. Fiskimálastýrið, 13. december 1999 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Kaj P. Mortensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙