Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

28. desember 1993 Nr. 203

Kunngerð um gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg, sum seinast broytt við kunngerð nr. 137 frá 05. september 1995

Kapittul 1 Gjøld fyri fráboðan

Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Kapittul 3 Ársgjald

Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Við heimild í § 154, stk. 3 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg og § 124, stk. 3 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg evur landsstýrið fyrisett:

Kapittul 1

Gjøld fyri fráboðan

Kapittul 1 Gjøld fyri fráboðan

Fyri fráboðan av nýggjum virkjum verða goldnar 2.500 kr., fyri smápartafeløg tó 1.800 kr. Stk. 2.1 2 Fyri fráboðan av nýggjum parta- og smápartafeløgum verður haraftrat goldið eitt eykagjald uppá 4% av teknaða partapeninginum. Fyri fráboðan av nýggjum feløgum stovnað við samanlegging verður eykagjaldið tó goldið av tí upphæddini, sum partapeningur felagsins er meira enn samlaði partapeningurin í teimum báðum samanløgdu feløgunum. Sama gjald verður latið fyri fráboðan um hækkan av partapeningi í parta- og smápartafeløgum. Fyri samstundis lækkan og hækkan verður gjaldið tó bert latið av tí upphædd, ið er útyvir lækkanina.

Fyri fráboðan av eini ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar 600 kr. fyri hvørja fráboðan sær, sí tó § 6, stk. 2. Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum parta- ella smápartafelag, verða goldnar 5.000 kr. fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið sambært § 117 í fyriskipan nr. 250 frá 3. mai 1993 ella § 86 í fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993.

Fyri fráboðan av deildum og virkisdeildum í útlendskum fyritøkum, sum hava heimstað uttan fyri Føroyar, verða goldnar 1.700 kr.

Gjaldið sambært §§ 1-3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd fyrr enn gjaldið er goldið. Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Kapittul 2 Gjøld fyri skráseting um teldu

Fyri beinleiðis skráseting í teldukervinum hjá skrásetingini av broytingum viðvíkjandi parta- og smápartafeløgum verða goldnar 300 kr. Stk. 2. Fyri beinleiðis skráseting av broyting viðvíkjandi grannskoðara, roknskaparári ella heimstaði verður einki goldið. Kapittul 3 Ársgjald

Kapittul 3 Ársgjald

Fyri innsending og kunngering av ársroknskapum v.m. verða goldnar 300 kr. um árið, fyri smápartafeløg tó 200 kr. Stk. 2. Tað í stk. 1 nevnda gjald fevnir eisini um fráboðan um broyting av ársroknskaparári, grannskoðaraviðurskiftum, navni ellaimstaði. Stk. 3. Gjaldið fellur til gjaldingar tá ið serligt uppkrav er móttikið. Feløg, ið eru undir avtøku, tá ið uppkravið verður sent, skulu ikki gjalda. Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Kapittul 4 Ígildissetanarreglur

Henda kunngerð fær gildi 1. januar 1994. 1) Sett inn við kunngerð nr. 18 frá 14. februar 1994. 2) Broytt við kunngerð nr. 137 frá 5. september 1995.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg · innanhýsis
Áður galdandi · 13. desember 1999

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙