Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
11. juni 2009 Nr. 87
Kunngerð um gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg
Kapittul 1 Gjøld fyri fráboðan
Kapittul 2 Ársgjald
Kapittul 3 Ígildissetanarreglur
Við heimild í §154, stk. 7 í fyriskipan nr. 1356 frá 9. desember 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um partafeløg og § 69, stk. 6 í fyriskipan nr. 1111 frá 20. september 2007 um ígildissetan fyri Føroyar av lóg um smápartafeløg, hevur landsstýrið fyrisett:
Kapittul 1
Gjøld fyri fráboðan
Kapittul 1 Gjøld fyri fráboðan
Fyri fráboðan av nýggjum partafeløgum verða goldnar 3.500 kr., fyri smápartafeløg tó 2.500 kr. Stk. 2. Fyri fráboðan av nýggjum parta- og smápartafeløgum verður harafturat goldið eitt eyka-gjald upp á 4‰ av teknaða partapeninginum, har hetta gjald tó ikki má fara upp um 25.000 kr. Fyri fráboðan av nýggjum feløgum, stovnað við samanlegging, verður eykagjaldið tó goldið av tí upphæddini sum partapeningur felagsins er meira enn samlaði partapeninurin í teimum báðum samanløgdu feløgunum. Sama gjald verður latið fyri fráboðan um hækkan av parta-peningi í parta- og smápartafeløgum. Fyri samstundis lækkan og hækkan, verður gjaldið tó bert latið av tí upphædd, ið er útyvir lækkanina. Gjaldið má heldur ikki í hesum førum fara upp um 25.000 kr.
Fyri fráboðan av eini ella fleiri broytingum viðvíkjandi viðurskiftum, ið longu eru skrásett, verða goldnar 1000 kr. fyri hvørja fráboðan sær, sí tó § 6 stk. 2. Stk. 2. Viðvíkur broytingarfráboðanin uppafturtøku av rakstrinum hjá einum parta- ella smápartafelag, verða goldnar 5.000 kr. fyri hvørja fráboðan sær í teimum førum, har Skráseting Føroya hevur heitt á skiftirættin um at avtaka felagið sambært § 117 í fyriskipan nr. 1356 frá 20. des. 2007 um partafeløg ella § 60 í fyriskipan nr. 1111 frá 20. sept. 2007 um smápartafeløg.
Fyri fráboðan av deildum og virkisdeildum í útlendskum fyritøkum, sum hava heimstað uttan fyri Føroyar, verða goldnar 2000 kr.
Gjaldið sambært §§ 1–3 skal gjaldast saman við fráboðanini. Fráboðanin verður ikki viðgjørd fyrr enn gjaldið er goldið. Kapittul 2 Ársgjald
Kapittul 2 Ársgjald
Fyri innsending og kunngerðing av ársroknskapum v.m. verða goldnar 1200 kr. um árið, fyri smápartafeløg tó 700 kr. sbr. § 154 stk 8 í partafelagslógini og § 69 stk 7 í smápartafelagslógini. Stk. 2. Tað í stk. 1 nevnda gjald fevnir eisini um fráboðan um broyting av ársroknskaparári, grannskoðaraviðurskiftum, navni ella heimstaði. Stk. 3. Gjaldið fellur til gjaldingar tá ið serligt uppkrav er móttikið. Feløg, ið eru undir avtøku, tá ið uppkravið verður sent, skulu ikki gjalda. Kapittul 3 Ígildissetanarreglur
Kapittul 3 Ígildissetanarreglur
Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 99 frá 18. november 2008 um gjøld Skráseting Føroya fyri parta- og smápartafeløg. Vinnumálaráðið, 11. juni 2009 Johan Dahl (sign.) landsstýrismaður / Maria Róin (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.