Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

22. desember 2004 Nr. 98

Kunngerð um festi, sum broytt við kunngerð nr. 56 frá 10. mai 2005

Kapittul 1 Krøv til jarðarbrúkskunnleika

Kapittul 2 Samanlegging av festum

Kapittul 3 Festaraskifti

Kapittul 4 Framleiðsluskylda

Kapittul 5 Endurgjald til fráfarandi festara

Kapittul 6 Rakstur av festi í partafelag

Kapittul 7 Gildisreglur

Við heimild í § 2, stk. 4, § 4, stk. 1, 2 og 4, § 6, stk. 1 og § 7, stk. 1 í løgtingslóg nr. 20 frá 17. mai 2004 um landsjørð verður ásett:

Kapittul 1

Krøv til jarðarbrúkskunnleika

Kapittul 1 Krøv til jarðarbrúkskunnleika

1) Minstamark av jarðarbrúkskunnleika er lokið, tá umsøkjari hevur viðkomandi royndir frá arbeiði innan landbúnaðin í minsta lagi 2 ár, og harafturat hevur verið minst 1/2 ára skeið á landbúnaðarskúla ella tílíkum skúla, sum Búnaðarstovan hevur góðkent. Stk. 2. Undantak frá kravinum í stk. 1 um landbúnaðarskúla kann verða veitt í eitt skiftistíðarskeið uppá fimm ár, frá tí kunngerðin kemur í gildi, um umsøkjarin lýkur allar aðrar treytir í stk. 1, og treytað av, at umsøkjarin hevur tikið landbúnaðarskeið, sum Búnaðarstovan hevur góðkent. Stk. 3. 1) Víkjast kann frá treytunum í stk. 1, tá talan er um smá festi, ið t.d. ikki hava mjólkneyt. Fyri hesi festi er tó galdandi, at festarin skal hava tikið landbúnaðarskeið, sum Búnaðarstovan hevur góðkent. Víkjast kann frá kravinum um landbúnaðarskeið, um umsøkjarin hevur drúgvar royndir innan landbúnað. Stk. 4. Víkjast kann frá treytunum í stk. 1, tá eingin umsøkjari er til festið, ið lýkur treytirnar í stk. 1, ella tá festari brádliga doyr, og eftirsitandi hjúnafelagi lýkur ikki treytirnar í stk. 1. Stk. 5. Búnaðarstovan góðkennir útbúgvingar, sum eru kravdar sambært stk. 1 og stk. 2. Kapittul 2 Samanlegging av festum

Kapittul 2 Samanlegging av festum

Um eitt festi er leyst, og umstøðurnar tala fyri hesum, kann Búnaðarstovan taka mál til viðgerðar um at leggja festið saman við øðrum festi. Stk. 2. Búnaðarstovan skal tá meta um tey viðurskifti, sum tala fyri og ímóti, at festi verða løgd saman. Metingin skal leggja dent á m.a. hesi viðurskifti: 1) Um samanlegging av festum skapar grundarlag fyri meira rasjonellum rakstri 2) Um samanleggingin kann føra til økta burðardygga framleiðslu av búnaðarvørum 3) Fyrimunir og vansar fyri teir partar, sum avgerðin um samanlegging rakar, t.e. fyrst og fremst festarin av samanlagda festinum og tey, sum møguliga hava framíhjárætt til niðurlagda festið. Stk. 3. Búnaðarstovan tekur samanum metingarnar, grundgevur fyri, hvørji viðurskifti størstur dentur er lagdur á í ávísa førinum, og ger út frá hesum niðurstøðu um møguliga samanlegging. Meting og niðurstøða skulu skjalfestast. Kapittul 3 Festaraskifti

Kapittul 3 Festaraskifti

Um eingin hevur framíhjárætt at taka við festinum, eru treytirnar fyri serligum tilknýti til raksturin av festinum sambært. § 4, stk. 4 í lógini loknar, um persónurin hevur luttikið í rakstrinum av festinum í langt tíðarskeið sum lønt ella ólønt hjálparfólk. Stk. 2. Búnaðarstovan skal fáa prógv ella frágreiðingar um, at talan hevur verið um veruligt og viðkomandi tilknýti til festið. Stk. 3. Møguligt tilmæli frá fráfarandi festara skal latast Búnaðarstovuni saman við uppsøgnini og skal takast við í samlaðu metingina hjá Búnaðarstovuni. Stk. 4. Tá festari brádliga doyr, kann Búnaðarstovan sjálv taka mál um framíhjárættin til viðgerðar. Stk. 5. Tá eitt festi er leyst, skal tað lýsast leyst, soleiðis at øll áhugað kunnu søkja. Um Búnaðarstovan hevur tikið avgerð um samanlegging við øðrum festi ella um umsøkjarar hava framíhjárætt samsvarandi § 4, stk. 2 ella § 4 stk. 4 í lógini, verður festið ikki lýst leyst. Kapittul 4 Framleiðsluskylda

Kapittul 4 Framleiðsluskylda

Festari hevur skyldu at framleiða mest møguligt av festinum, sæð í mun til framleiðsluførið, tað verið viðvíkjandi seyða-, mjólka- ella aðra landbúnaðarframleiðslu, og hvat annars má haldast at vera fíggjarliga ráðiligt. Búnaðarstovan ger reglugerð fyri áseting av framleiðsluskylduni. Stk. 2. Búnaðarstovan skal hava allar upplýsingar, herundir roknskapir, roknskapartilfar, úrrit úr bókum, øðrum handilspappírum og elektróniskt goymdum upplýsingum, sum verða mettar at vera neyðugar fyri tað eftirlit, sum Búnaðarstovan skal fremja eftir lóg um landsjørð ella reglum, settar við heimild í lógini. Kapittul 5 Endurgjald til fráfarandi festara

Kapittul 5 Endurgjald til fráfarandi festara

Fráfarandi festari hevur rætt til endurgjald frá komandi festara fyri egnar íløgur, sum gjørdar eru í fastar ognir, sum hoyra festinum til, eitt nú í sethús, hjallar, fjós, maskinhús, neyst, seyðahús, hegn, vegir og á sjálva landbúnaðarjørðina. Stk. 2. Tá festari ger íløgu fyri egna rokning, sum hann seinni ætlar at fáa endurgjald fyri, skal hann søkja Búnaðarstovuna um góðkenning av íløguni. Saman við umsóknini skal sendast útgreinað kostnaðarætlan fyri íløguna, og undir hesum upplýsingar um egið arbeiði. Búnaðarstovan skal taka støðu til málið út frá somu búskaparligu fortreytum, sum Búnaðargrunnurin brúkar í sambandi við lánsveiting, tó undantikið tá talan er um íløgu í sethús. Tá íløgan er gjørd, skal festarin senda Búnaðarstovuni uppgerð yvir íløgukostnaðin. Stk. 3. Krav um endurgjald frá komandi festara skal vera skrivliga sundurgreitt og grundgivið. Krav um endurgjald verður latið Búnaðarstovuni saman við uppsøgn av festinum. Stk. 4. Er fráfarandi festari deyður, skal búgvið eftir hann seta kravið fram skjótast til ber. Stk. 5. Íløga verður ikki roknað sum eginíløga, um íløgan er fíggjað á henda hátt: 1) Við láni úr Búnaðargrunninum (Jarðargrunninum), 2) Goldin av festikontu, 3) Við studningi, sum er latin av tí almenna, 4) Inngoldnar rentur og avdráttir verða ikki roknað sum eginíløga. Stk. 6. Tá krav um endurgjald er sett fram sambært reglunum, og semja ikki fæst um endurgjaldsupphæddina, verður hon ásett av metingarfólki, tilnevnt av sorinskrivaranum. Stk. 7. Tá endurgjaldsupphæddin verður ásett, skal metingarfólkið kanna, um íløgan er ein eginíløga sambært reglunum, og metast skal um: 1) Virðið á íløguni við niðurskriving, sum svarar til avdráttartíðina á lánum úr Búnaðargrunninum til samsvarandi íløgu, og 2) Hvussu stórt virði samlaða eginíløgan hevur fyri festið í dag. Metingin verður gjørd út frá einum rakstrarligum sjónarmiði, tó ikki tá talan er um eginíløgu í sethús. Kapittul 6 Rakstur av festi í partafelag

Kapittul 6 Rakstur av festi í partafelag

Verður raksturin av festi lagdur í partafelag ella smápartafelag, skal festarin sjálvur eiga allan partapeningin og sjálvur verða stjóri í felagnum. Stk. 2. Partafelag ella smápartafelag, sum raksturin av festi er lagdur í, kann ikki hava annað virksemi enn tað, sum knýtir seg til raksturin av sjálvum festinum. Kapittul 7 Gildisreglur

Kapittul 7 Gildisreglur

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinnumálaráðið 22. desember 2004 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 56 frá 10. mai 2005.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
broyting í kunngerð um umsiting av landsjørð · innanhýsis
Galdandi · 3. juli 2013
Broytingar
broyting í kunngerð um festi · innanhýsis
Áður galdandi · 10. mai 2005

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙