Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
10. mai 2005 Nr. 56
Kunngerð um broyting í kunngerð um festi
§ 1 Í kunngerð nr. 98 frá 22. desember 2004 um festi verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 98 frá 22. desember 2004 um festi verða gjørdar hesar broytingar: 1) § 1, stk. 1 verður orðað soleiðis: ”Minstamark av jarðarbrúkskunnleika er lokið, tá umsøkjari hevur viðkomandi royndir frá arbeiði innan landbúnaðin í minsta lagi 2 ár, og harafturat hevur verið minst 1/2 ára skeið á landbúnaðarskúla ella tílíkum skúla, sum Búnaðarstovan hevur góðkent.” 2) § 1, stk. 3 verður orðað soleiðis: ”Víkjast kann frá treytunum í stk. 1, tá talan er um smá festi, ið t.d. ikki hava mjólkneyt. Fyri hesi festi er tó galdandi, at festarin skal hava tikið landbúnaðarskeið, sum Búnaðarstovan hevur góðkent. Víkjast kann frá kravinum um landbúnaðarskeið, um umsøkjarin hevur drúgvar royndir innan landbúnað.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Vinumálaráðið, 10. mai 2005 Bjarni Djurholm (sign.) landsstýrismaður / Arne Poulsen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.