Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

3. juli 2013 Nr. 96

Kunngerð um broyting í kunngerð um umsiting av landsjørð

§ 1 Í kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð, sum seinast broytt við kunngerð…

Í kunngerð nr. 95 frá 23. oktober 2007 um umsiting av landsjørð, sum seinast broytt við kunngerð nr. 129 frá 26. september 2011, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 2, stk. 5, § 4, stk. 1 og 8, § 5, stk. 1, § 6, stk. 1 og 4, § 7, stk. 1, § 7 a, stk. 2, § 10, stk. 1 og § 11, stk. 1 í løgtingslóg nr. 45 frá 15. mai 2007 um landsjørð, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 65 frá 17. mai 2013, verður ásett:” 2. § 11, nr. 12 verður orðað soleiðis: "12) Leiga av lítlum óinngirðaðum lendi til transformatorstøð, mastrar og antennur kr. 500,- um árið”. 3. Í § 11, nr. 14 verður “kr. 5.700,-.” broytt til: “kr. 5.700,- um árið”. 4. Í § 11 verður aftaná nr. 14, sum nýtt nr. sett: "15) Fyri leigusáttmála millum Búnaðarstovuna og kommunu um lendi til almannagagnligt endamál kr. 5.000,- um árið. Leiguupphæddin verður prístalsviðgjørd sambært galdandi kunngjørt prístal frá Hagstovu Føroya.”

§ 2 Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Stk. 1. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 98 frá 22. desember 2004 um festi, sum broytt við kunngerð nr. 56 frá 10. mai 2005. Fiskimálaráðið, 3. juli 2013 Jacob Vestergaard (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
festi, sum broytt við kunngerð nr. 56 frá 10. mai 2005 · innanhýsis
Áður galdandi · 22. desember 2004

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙