Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
25. august 2008 Nr. 77
Kunngerð um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum
Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 5 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap, við seinni broytingum, verður ásett:
Virkisøki
§ 1 Henda kunngerð fevnir um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum…
Henda kunngerð fevnir um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum. Allýsingar
§ 2 Í hesari kunngerð er
Í hesari kunngerð er: 1) Fiskiloyvi at skilja sum eitt og hvørt fiskiloyvi, ið verður útskrivað sambært lógini um vinnuligan fiskiskap og kunngerðum við heimild í lógini, og 2) avhending av fiskidøgum og kvotum at skilja sum ein og hvør avhending av fiskidøgum og kvotum sambært lógini um vinnuligan fiskiskap og kunngerðum við heimild í lógini. Skipan
§ 3 Eigari av fiskifari, ið fær útskrivað fiskiloyvi, rindar kr. 500,00 í avgreiðslugjaldi fyri hvørt…
Eigari av fiskifari, ið fær útskrivað fiskiloyvi, rindar kr. 500,00 í avgreiðslugjaldi fyri hvørt einstakt fiskiloyvi. Stk. 2. Avgreiðslugjald fyri at útskriva váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum er kr. 800,00 fyri hvørja einstaka avhending. Stk. 3. Keypari rindar avgreiðslugjald fyri váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sambært stk. 2, um ikki onnur avtala er gjørd partanna millum.
§ 4 Fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum verða útskrivað, tá goldið er
Fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum verða útskrivað, tá goldið er. Stk. 2. Tá avgreiðslugjald verður goldið sambært § 3, stk. 1 skal verða upplýst: Stk. 3. Tá avgreiðslugjald verður goldið sambært § 3, stk. 2 og 3 skal verða upplýst: 1) Nøvn, sýslunummur og kallibókstavir á fiskiførunum hjá keypara og seljara, og 2) eigarar av fiskiførunum hjá keypara og seljara. Gildiskoma
§ 5 Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2008
Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2008. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 85 frá 31. august 2006 um avgreiðslugjald fyri fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum. Fiski- og tilfeingismálaráðið, 25. august 2008 Tórbjørn Jacobsen (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.