Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

31. august 2006 Nr. 85

Kunngerð um avgreiðslugjald fyri fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum

Við heimild í § 9, stk. 1, nr. 5 í løgtingslóg nr. 28 frá 10. mars 1994 um vinnuligan fiskiskap við seinni broytingum, verður ásett:

§ 1 Fyri avgreiðslu av fiskiloyvum og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum tekur…

Fyri avgreiðslu av fiskiloyvum og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum tekur Fiskimálaráðið gjald sbrt. §§ 3-5.

§ 2 Gjøldini sambært §§ 3-5 eru galdandi fyri eigarar av fiskifari, ið fáa fiskiloyvi útskrivað til…

Gjøldini sambært §§ 3-5 eru galdandi fyri eigarar av fiskifari, ið fáa fiskiloyvi útskrivað til fiskidagar og kvotur. Stk. 2. Um onnur avtala ikki er gjørd partanna millum, verður gjald fyri váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sbrt. lógini um vinnuligan fiskiskap at rinda av keypara.

§ 3 Fyri at skriva út fiskiloyvi sbrt. lógini um vinnuligan fiskiskap verður at gjalda 500,- kr

Fyri at skriva út fiskiloyvi sbrt. lógini um vinnuligan fiskiskap verður at gjalda 500,- kr.

§ 4 Fyri at skriva út váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sbrt. lógini um vinnuligan…

Fyri at skriva út váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sbrt. lógini um vinnuligan fiskiskap verður at gjalda 800,- kr.

§ 5 Fiskiloyvi og váttan um avhending verða skrivað út, tá goldið er, sbr. tó stk. 2

Fiskiloyvi og váttan um avhending verða skrivað út, tá goldið er, sbr. tó stk. 2. Stk. 2. Gjald fyri fiskiloyvi fyri fiskiárið 1. september 2006 til 31. august 2007 fellur til gjaldingar 1. november 2006.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2006

Henda kunngerð kemur í gildi 1. september 2006. Fiskimálaráðið, 31. august 2006 Bjørn Kalsø (sign.) landsstýrismaður / Rógvi Reinert (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum · innanhýsis
Áður galdandi · 25. august 2008

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙