Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. oktober 2025 Nr. 161

Kunngerð um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi, váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum og veiðiváttan

Við heimild í § 52, stk. 1 og 2 í løgtingslóg nr. 152 frá 23. desember 2019 um sjófeingi (Sjófeingislógin) verður ásett:

§ 1 Kunngerðin fevnir um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi, váttan um avhending av fiskidøgum og…

Kunngerðin fevnir um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi, váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum og veiðiváttan. Stk. 2. Vørn krevur inn gjøldini sambært hesi kunngerð.

§ 2 Eigari av fiskifari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørt fiskiloyvi, sum verður latið sambært…

Eigari av fiskifari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørt fiskiloyvi, sum verður latið sambært løgtingslóg um sjófeingi ella kunngerðum við heimild í løgtingslógini. Stk. 2. Avgreiðslugjaldið er kr. 800 fyri hvørt fiskiloyvi.

§ 3 Eigari av fiskifari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørja váttan um avhending av fiskidøgum og…

Eigari av fiskifari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørja váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum sambært løgtingslóg um sjófeingi ella kunngerðum við heimild í løgtingslógini. Stk. 2. Avgreiðslugjaldið er kr. 2.700. Stk. 3. Tann, ið avhendað verður til, hevur skyldu at rinda avgreiðslugjaldið.

§ 4 Útflytari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørja veiðiváttan, um at fiskur, sum skal útflytast,…

Útflytari skal rinda avgreiðslugjald fyri hvørja veiðiváttan, um at fiskur, sum skal útflytast, er veiddur lógliga. Stk. 2. Avgreiðslugjaldið er kr. 250.

§ 5 Loyvi og váttan sambært hesi kunngerð verða latin, tá avgreiðslugjaldið er goldið

Loyvi og váttan sambært hesi kunngerð verða latin, tá avgreiðslugjaldið er goldið. Stk. 2. Tá avgreiðslugjald verður goldið skal verða upplýst: 1) Navn, sýslunummar og kallibókstavir á viðkomandi fiskiførum. 2) Eigarar av fiskiførunum hjá keypara og seljara.

§ 6 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Stk. 2. §§ 2 og 3 koma í gildi 1. januar 2026. Stk. 3. Kunngerð nr. 77 frá 25. august 2008 um gjald fyri avgreiðslu av fiskiloyvi og váttan um avhending av fiskidøgum og kvotum fer úr gildi 1. januar 2026. Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið, 23. oktober 2025 Jóhan Christiansen (sign.) landsstýrismaður / Elin Mortensen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙