Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
2. februar 2007 Nr. 7
Kunngerð um tænastugjald í samband við tolling og umtolling
Við heimild í § 16, stk. 5 og § 23, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtinglóg nr. 49 frá 16. mai 2006, verður ásett:
§ 1 Fyri sendingar, sum koma til tolløkið, skal tænastugjald á kr. 30,00 rindast til Toll- og…
Fyri sendingar, sum koma til tolløkið, skal tænastugjald á kr. 30,00 rindast til Toll- og Skattstovu Føroya fyri skráseting í post- og innflutningsskipanini. Fyri sendingar, sum eru avgjaldsfríar, skal tó einki tænastugjald rindast.
§ 2 Tá ið viðskiftafólk biður um umtolling, skal tænastugjald á kr. 200,00 rindast fyri umtollingina
Tá ið viðskiftafólk biður um umtolling, skal tænastugjald á kr. 200,00 rindast fyri umtollingina.
§ 3 Tænastugjøldini í § 1 og § 2, stk. 1 fella til Toll- og Skattstovu Føroya
Tænastugjøldini í § 1 og § 2, stk. 1 fella til Toll- og Skattstovu Føroya.
§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 9 frá 29. januar 1992 um tænastugjald í samband við tolling og umtolling. Fíggjarmálaráðið, 2. februar 2007 Bárður Nielsen (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.