Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

29. jaunar 1992 Nr. 9

Kunngerð um tænastugjald í sambandi við tolling og umtolling

Við heimild í § 16, stk. 5 og § 23 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. september 1991 um toll hevur landsstýrið fyrisett:

§ 1 Fyri sendingar, ið koma til tolløkið, og sum verða skrásettar av tollvaldinum ella postverkinum,…

Fyri sendingar, ið koma til tolløkið, og sum verða skrásettar av tollvaldinum ella postverkinum, skal rindast kr. 30,-. Stk. 2. Fyri brævsendingar, ið verða skrásettar, er gjaldið kr. 15,-. Stk. 3. Av gjaldinum, ið er arbeiðspeningur, fær Føroya Tollstova kr. 5,- fyri skrásettar brævsendingar og kr. 13,- fyri skrásettar sendingar annars, og postverkið fær kr. 10,- fyri skrásettar brævsendingar og kr. 17,- fyri skrásettar sendingar annars. Stk. 4. Arbeiðspeningin fyri sendingar, ið ikki verða avgreiddar av postverkinum, fær Føroya Tollstova.

§ 2 Í førum tá ið viðskiftafólk biður um umtolling, verður hetta gjørt móti kr. 200,

Í førum tá ið viðskiftafólk biður um umtolling, verður hetta gjørt móti kr. 200,-. Stk. 2. Gjaldið sambært stk. 1 er arbeiðspeningur, ið Føroya Tollstova fær.

§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. februar 1992. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 58 frá…

Henda kunngerð kemur í gildi tann 1. februar 1992. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 58 frá 25. juli 1979 um avgreiðslugjald fyri tollskyldugar postpakkar.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
tænastugjald í samband við tolling og umtolling · innanhýsis
Áður galdandi · 2. februar 2007

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙