Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. apríl 2010 Nr. 39

Kunngerð um tænastugjald í samband við tolling og umtolling

Við heimild í § 16, stk. 5 og § 23, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll, sum seinast broytt við løgtinglóg nr. 59 frá 25. mai 2009, verður ásett:

§ 1 Fyri sendingar, sum koma til tolløkið, skal tænastugjald á kr. 30,00 rindast til TAKS fyri…

Fyri sendingar, sum koma til tolløkið, skal tænastugjald á kr. 30,00 rindast til TAKS fyri skráseting í post- og innflutningsskipanini. Fyri sendingar, sum eru avgjaldsfríar, skal tó einki tænastugjald rindast.

§ 2 Fyri umtolling skal rindast eitt tænastugjald á kr. 200,00

Fyri umtolling skal rindast eitt tænastugjald á kr. 200,00.

§ 3 Tænastugjøldini í § 1 og § 2 fella til TAKS

Tænastugjøldini í § 1 og § 2 fella til TAKS.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 7 frá 2. februar 2007 um tænastugjald í samband við tolling og umtolling. Fíggjarmálaráðið, 23. apríl 2010 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Petur Alberg Lamhauge (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
toll, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 219 frá 22. desember 2025 · innanhýsis
Galdandi · 23. desember 1991
Avtøkur
tænastugjald í samband við tolling og umtolling · innanhýsis
Áður galdandi · 2. februar 2007

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙