Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
27. februar 2014 Nr. 6
Kunngerð um talgildan roknskap
Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 159 frá 20. desember 2013, verður ásett:
§ 1 Upplýsingar, sum nevndar eru í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast…
Upplýsingar, sum nevndar eru í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt í PDF-sniði umvegis eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS. Likamligir persónar kunnu harumframt lata tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar í EXCEL-sniði. Stk. 2. Eftir at kunngerðin er komin í gildi, verða tær í stk. 1 nevndu upplýsingar, sum verða latnar á annan hátt enn ásett í stk. 1, mettar sum ikki latnar inn..
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon fer úr gildi 31. desember 2015
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hon fer úr gildi 31. desember 2015. Stk. 2. Samstundis hendan kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 1 frá 20. desember 2013 um talgildan roknskap. Fíggjarmálaráðið, 27. februar 2014 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.