Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
9. oktober 2015 Nr. 113
Kunngerð um talgildan roknskap
Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:
§ 1 Upplýsingar, sum eru nevndar í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast…
Upplýsingar, sum eru nevndar í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt bæði í XBRL-sniði og PDF-sniði um eina sjálvavgreiðsluskipan hjá TAKS. Likamligir persónar kunnu ístaðin lata tær í 1. pkt. nevndu upplýsingar í EXCEL-sniði. Stk. 2. Verða tær í stk. 1 nevndu upplýsingar, latnar inn á annan hátt enn ásett í stk. 1, verða tær mettar sum ikki latnar inn.
§ 2 Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar antin fráboða tær í § 103 í løgtingslóg um…
Fyri inntøkuárið 2015 kunnu løgfrøðiligir persónar antin fráboða tær í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt nevndu upplýsingar, sum ásett í kunngerð nr. 6 frá 27. februar 2014 um talgildan roknskap ella sum ásett í § 1, stk. 1, 1. pkt.
§ 3 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið…
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og er galdandi fyri inntøkuárið 2016 og eftirfylgjandi inntøkuár, sbr. tó § 2. Stk. 2. Samstundis sum henda kunngerð kemur í gildi, fer úr gildi kunngerð nr. 6 frá 27. februar 2014 um talgildan roknskap. Fíggjarmálaráðið, 9. oktober 2015 Kristina Háfoss (sign.) landsstýriskvinna / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.