Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. desember 2013 Nr. 1
Kunngerð um talgildan roknskap
Við heimild í § 103 a í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 136 frá 11. desember 2013, verður ásett:
§ 1 Upplýsingar, sum nevndar eru í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast…
Upplýsingar, sum nevndar eru í § 103 í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, skulu fráboðast talgilt í PDF-sniði umvegis Vinnugluggan hjá TAKS. Stk. 2. Eftir 1. januar 2014 verða teir stk. 1 nevndu upplýsingar, sum latnir á annan hátt enn ásett í stk. 1, mettir sum ógildugir.
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014, og hon fer úr gildi 31. desember 2015
Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2014, og hon fer úr gildi 31. desember 2015. Fíggjarmálaráðið, 20. desember 2013 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.