Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

19. apríl 2023 Nr. 52

Kunngerð um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan, sum broytt við kunngerð nr. 72 frá 20. august 2026

1) Við heimild í § 3, nr. 17 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, § 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015, løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015, løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018, § 1 í løgtingslóg nr. 78 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2021, § 38 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 og løgtingslóg nr. 23 frá 26. februar 2026, verður ásett:

Treytir

§ 1 Persónur, ið er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands sum partur av arbeiðssáttmála við…

Persónur, ið er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands sum partur av arbeiðssáttmála við arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, kann verða undantikin at rinda eftirløn sambært løgtingslógini við atliti at hesi inntøku, um so er, at henda eftirlønarskipan verður mett nøktandi. Stk. 2. Treyt fyri undantøku er, at persónurin kann vátta, at hansara starvsviðurskifti eru soleiðis háttað, at hann ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara. Stk. 3. Arbeiðsgevarin skal vátta, at tað er partur av starvssáttmálanum, at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan. Stk. 4. Hevur persónur við undantaki sambært hesi kunngerð aðra inntøku, er henda inntøka fevnd av eftirlønarinngjaldi sambært løgtingslógini. Stk. 5. 1) Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður roknað inngjald til lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn, har í minsta lagi 75% fer til leypandi útgjald. Inngjaldið uttanlands skal vera í minsta lagi 12% av útlendsku inntøkuni, ella skal saman við inngjaldi í Føroyum vera í minsta lagi 12% av samlaðu inntøkuni. Persónlig umsókn

§ 2 Umsókn um undantøku skal sendast til TAKS í seinasta lagi 1. mai árið eftir, at…

Umsókn um undantøku skal sendast til TAKS í seinasta lagi 1. mai árið eftir, at eftirlønarinngjald er latið eftirlønarveitara. Stk. 2. Saman við umsóknini skal sendast váttan frá arbeiðsgevara sambært § 1, stk. 3 umframt avrit av eftirlønarsáttmála. Stk. 3. Saman við sjálvuppgávuni skal latast teldutøkt avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjald fyri árið frammanundan, umframt møguligar saldoupplýsingar. Felags umsókn

§ 3 Ístaðin fyri persónliga umsókn sambært § 2, kann ein felags umsókn verða send TAKS, har…

Ístaðin fyri persónliga umsókn sambært § 2, kann ein felags umsókn verða send TAKS, har arbeiðsgevari ella eftirlønarveitari søkir um at fáa fleiri persónar undantiknar. Stk. 2. Felagsumsóknir skulu lúka treytirnar í § 2.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, men hevur virknað fyri inntøkuárið…

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir at hon er kunngjørd, men hevur virknað fyri inntøkuárið 2020 og fylgjandi ár. Stk. 2. Samstundis sum kunngerðin fær gildi, fer kunngerð nr. 61 frá 5. mai 2021 um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan, úr gildi. Fíggjarmálaráðið, 19. apríl 2023 Ruth Vang (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 72 frá 20. august 2026.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙