Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
20. august 2026 Nr. 72
Kunngerð um broyting í kunngerð um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og sum eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan
§ 1 Í kunngerð nr. 52 frá 19. apríl 2023 um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum…
Í kunngerð nr. 52 frá 19. apríl 2023 um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 3, nr. 17 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 152 frá 20. desember 2013, løgtingslóg nr. 133 frá 19. desember 2014, § 2 í løgtingslóg nr. 134 frá 19. desember 2014, løgtingslóg nr. 44 frá 6. mai 2015, løgtingslóg nr. 157 frá 24. desember 2015, løgtingslóg nr. 69 frá 30. apríl 2018, § 1 í løgtingslóg nr. 78 frá 7. juni 2020, løgtingslóg nr. 35 frá 26. mars 2021, § 38 í løgtingslóg nr. 159 frá 10. desember 2021, § 5, stk. 3 í løgtingslóg nr. 77 frá 6. mai 2022 og løgtingslóg nr. 23 frá 26. februar 2026, verður ásett:” 2. § 1, stk. 5 verður orðað soleiðis: “Stk. 5. Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður roknað inngjald til lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn, har í minsta lagi 75% fer til leypandi útgjald. Inngjaldið uttanlands skal vera í minsta lagi 12% av útlendsku inntøkuni, ella skal saman við inngjaldi í Føroyum vera í minsta lagi 12% av samlaðu inntøkuni.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 20. august 2026 Aksel V. Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.