Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

5. mai 2021 Nr. 61

Kunngerð um undantak eftir eftirlønarlógini fyri persónar, sum arbeiða hjá útlendskum arbeiðsgevara og eru fevndir av útlendskari eftirlønarskipan

Við heimild í § 3, nr. 18 í løgtingslóg nr. 49 frá 14. mai 2013 um eftirløn (Eftirlønarlógin) verður ásett:

Treytir

§ 1 Persónur, ið er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands sum partur av arbeiðssáttmála við…

Persónur, ið er fevndur av eftirlønarskipan uttanlands sum partur av arbeiðssáttmála við arbeiðsgevara við heimstaði uttanlands, kann verða undantikin at rinda til eftirløn sbrt. eftirlønarlógini við atliti at inntøku, ið er forvunnin uttanlands, um so er, at henda eftirlønarskipan verður mett nøktandi. Stk. 2. Treyt fyri undantøku er, at persónurin kann vátta, at hansara starvsviðurskifti eru soleiðis háttað, at hann ikki sjálvur kann velja at rinda til føroyskan eftirlønarveitara, og at hansara eftirlønarskipan er nøktandi. Stk. 3. Arbeiðsgevari skal vátta, at tað er partur av starvssáttmálanum, at rindast skal til ávísa útlendska eftirlønarskipan, og at hann soleiðis ikki í staðin fyri kann rinda eftirlønina til ein føroyskan eftirlønarveitara. Stk. 4. Hevur persónur við undantaki sbrt. hesi kunngerð aðra inntøku, er henda inntøka fevnd av eftirlønarinngjaldi sbrt. eftirlønarlógini. Stk. 5. Sum nøktandi eftirlønarinngjald verður einans roknað inngjald til lívrentu, lutaeftirløn ella líknandi eftirløn við leypandi útgjaldingum. Persónlig umsókn

§ 2 Umsókn um undantøku skal sendast TAKS í seinasta lagi 1. februar árið eftir, at…

Umsókn um undantøku skal sendast TAKS í seinasta lagi 1. februar árið eftir, at eftirlønarinngjald er latið eftirlønarveitara. Stk. 2. Saman við umsóknini skal sendast váttan frá arbeiðsgevara sbrt. § 1, stk. 3 umframt avrit av eftirlønarsáttmála. Stk. 3. Saman við sjálvuppgávuni skal latast teldutøkt avrit av ársyvirliti frá eftirlønarveitara, ið vísir eftirlønarinngjald fyri árið frammanundan, umframt møguligar salduupplýsingar fyri árið frammanundan, umframt saldoupplýsingar. Felags umsókn

§ 3 Í staðin fyri persónliga umsókn sbrt. § 2, kann ein felags umsókn verða send TAKS, har…

Í staðin fyri persónliga umsókn sbrt. § 2, kann ein felags umsókn verða send TAKS, har arbeiðsgevari ella eftirlønarveitari søkir um at fáa ein ella fleiri persónar undantiknar. Stk. 2. Felagsumsóknir skulu lúka treytirnar í § 2.

§ 4 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Fíggjarmálaráðið, 5. mai 2021 Jørgen Niclasen (sign.) landsstýrismaður / Bjarni Askham Bjarnason (sign.)

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙