Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. apríl 2002 Nr. 51

Kunngerð um útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond (ÚSUN-skipanin)

Við heimild í § 9, stk. 3 og § 12 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðulsskipan, við seinni broytingum verður sett:

Endamál

§ 1 Til tess at skapa fíggjarligt grundarlag undir hægri útbúgving uttan fyri Norðurlond, verður…

Til tess at skapa fíggjarligt grundarlag undir hægri útbúgving uttan fyri Norðurlond, verður stuðul veittur til skúlagjald og til livikostnað. Stuðulsheimilaðar útbúgvingar

§ 2 Stuðulsstovnurin veitir eftir umsókn stuðul til SU-heimilaðar hægri útbúgvingar

Stuðulsstovnurin veitir eftir umsókn stuðul til SU-heimilaðar hægri útbúgvingar. Stk. 2. Har serligur støðislestur (foundation studies) - eftir miðnámsútbúgving – er ein fortreyt fyri upptøku á hægri útbúgvingum, verður stuðul latin, í upp til eitt ár. Stk. 3. Stuðul kann veitast til skúlagjald í sambandi við skiftislestur, um uppihaldið við fremmanda lærustovnin í minsta lagi varir í ½ ár, og verður góðskrivað í útbúgvingini á uppruna lestrarstaðnum. Stk. 4. Stuðulsstovnurin kann, tá serlig viðurskifti tala fyri tí, víkja frá ásetingini í stk. 1. Stuðul

§ 3 Lesandi fáa útbúgvingarstuðul í mesta lagi upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er…

Lesandi fáa útbúgvingarstuðul í mesta lagi upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin. Upp í lestrartíðina verða roknaðar áður loknar ella steðgaðar hægri útbúgvingar, har umsøkjarin hevur fingið útbúgvingarstuðul frá Stuðulsstovninum ella frá Statens Uddannelsesstøtte. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar. Stk. 2. Lesandi skal av sínum eintingum hálva hvørt ár senda Stuðulsstovninum skjalprógv frá lestrarstaðnum um lestrargongdina í mun til ásettu lestartíðina. Verður hetta ikki gjørt, verður stuðulin steðgaður, til skjalprógv fyriliggur. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni um áramál í stk. 1 um ásetta lestrartíðin er longri enn 5 ár, ella um lestrartíðin er longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a.

§ 4 Stuðulsstovnurin rindar skúlagjaldið, tó í mesta lagi kr. 120.000 um árið

Stuðulsstovnurin rindar skúlagjaldið, tó í mesta lagi kr. 120.000 um árið. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann veita tí lesandi lán til írestandi skúlagjald. Stk. 3. Stuðulsstovnurin rindar skúlagjaldið sambært rokning frá útbúgvingarstaðnum. Stk. 4. Stuðulsstovnurin tekur avgerð um, hvørji gjøld koma undir stk. 1. Stk. 5. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá ásetingini í stk. 3, um skjalprógvast kann, at rokningin fyri skúlagjaldið er goldin til útbúgvingarstaðið.

§ 5 Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte, fæst ikki…

Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte, fæst ikki stuðul til livikostnað frá Stuðulsstovninum. Stk. 2. Stuðulsupphæddirnar, sum Stuðulsstovnurin rindar til livikostnað, eru til eina og hvørja tíð tær somu, ið verða veittar til hægri lestur í Føroyum. Treytir fyri at fáa stuðul

§ 6 Fyri at fáa stuðul eftir hesi kunngerð skal umsøkjarin

Fyri at fáa stuðul eftir hesi kunngerð skal umsøkjarin: 1) hava búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella hava búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan, 2) ganga á eini útbúgving sbrt. § 2 uttan fyri Norðurlond, 3) ganga á eini óløntari útbúgving, ið er skipað sum fulltíðarlestur 4) vera búsitandi í lestrarlandinum í útbúgvingartíðini, 5) vera lestrarvirkin. Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi skal møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann, tá serlig viðurskifti tala fyri tí, víkja frá reglunum í stk. 1. Umsókn og umsóknarfreistir

§ 7 Umsókn um stuðul sambært hesi kunngerð skal sendast Stuðulsstovninum í sambandi við upptøku á…

Umsókn um stuðul sambært hesi kunngerð skal sendast Stuðulsstovninum í sambandi við upptøku á lærustovni. Umsøkjarin skal senda allar neyðugar upplýsingar um lesnaðin og lestrarstaðið saman við umsóknini. Stk. 2. Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá søkt verður um stuðul. Upplýsingarskylda

§ 8 Tey, ið fáa ella hava fingið studning ella lán skulu beinanvegin skrivliga boða Stuðulsstovninum…

Tey, ið fáa ella hava fingið studning ella lán skulu beinanvegin skrivliga boða Stuðulsstovninum frá, tá ið tey: 1) Steðga ella eru liðug við útbúgvingina, um hetta ikki sæst í umsóknini. 2) Fáa farloyvi. 3) Fáa løn eina tíð sum lið í útbúgvingini. 4) Broyta bústað. 5) Ikki longur eru í heiltíðarútbúgving. Ráðgevandi nevnd

§ 9 Landsstýrismaðurin setir eina ráðgevandi nevnd við 5 limum. Vegleiðarafelagið, Meginfelag…

Landsstýrismaðurin setir eina ráðgevandi nevnd við 5 limum. Vegleiðarafelagið, Meginfelag Føroyskra Studenta, Menningarstovan, Altjóða Skrivstovan og Fróðskaparsetur Føroya geva landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi. Leiðarin á Stuðulsstovninum er skrivari hjá nevndini. Ráðgevandi nevndin verður vald fyri 3 ár í senn. Stk. 2. Ráðið ásetur sjálvt sína fundarskipan.

§ 10 Arbeiðssetningurin hjá ráðgevandi nevndini er

Arbeiðssetningurin hjá ráðgevandi nevndini er: 1) at geva Stuðulsstovninum ráð í málum viðvíkjandi stuðli til lesandi uttan fyri Norðurlond. 2) at kunna landsstýrismannin í minsta lagi eina ferð um árið um gongdina í ÚSUN-skipanini. Gildiskoma

§ 11 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2002, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 21 frá 11.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2002, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 21 frá 11. mars 1997 um útbúgvingarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond. Mentamálastýrið, 4.apríl 2002 Óli Holm (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙