Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

Kunngerð nr. 21 frá 11. marts 1997 um útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri norðurlond. ÚSUN-kunngerðin.

Við heimild í § 12, stk. 1 í løgtingslóg nr. 109 frá 15. september 1988 um útbúgvingarstuðul, sum broytt við løgtingslógnr. 43 frá 30. mars 1990, verður fyrisett:

Endamálið

§ 1 Útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri norðurlond (ÚSUN) verður veittur lesandi at fíggja…

Útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri norðurlond (ÚSUN) verður veittur lesandi at fíggja livikostnað og gjaldsskúlagjald. Útbúgvingarstuðulin skal samskipast við annan stuðul. Fyrisiting

§ 2 Stuðulsstovnurin fyrisitur útbúgvingarstuðulin til lesandi uttan fyri norðurlond

Stuðulsstovnurin fyrisitur útbúgvingarstuðulin til lesandi uttan fyri norðurlond. Stk. 2. Landsstýrið setir eina ráðgevandi 4-mannanevnd eftir tilmæli frá hesum feløgum/bólkum: Vegleiðarafelagnum, MFS (Meginfelagi Føroyskra Studenta) Menningarstovuni sum umboð fyri vinnulívið og Fróðskaparsetri Føroya. Ráðgevandi 4-mannanevndin verður vald fyri 3 ár í senn. Stk. 3. Stuðulsstovnurin tilnevnir skrivara hjá nevndini. Stuðulsfortreytir

Umsøkjarin a) skal hava búð í Føroyum í minsta lagi 2 ár, beint undan lestrarbyrjan, ella b) skal hava búð í Føroyum, áðrenn hann/hon hevur fylt 6 ár og býr ella hevur búð uttan fyri Føroyar minni enn 10 ár, eftir at hann/hon hevur fylt 6 ár, c) skal fara undir lestur, ið er skipaður sum fulltíðarútbúgving, og vera lestrarvirkin, d) skal senda Stuðulsstovninum nágreiniliga frágreiðing um lesturin saman við umsóknini, e) skal hava góðan kunnleika til málið í tí landi, har hann/hon fer undir lestur. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann í serligum førum víkja frá reglunum í stk. 1. Útbúgvingar

§ 4 Stuðulsstovnurin veitir stuðul til SU-heimilaðar útbúgvingar

Stuðulsstovnurin veitir stuðul til SU-heimilaðar útbúgvingar. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann í serligum føri víkja frá reglunum í stk. 1 eftir tilmæli frá 4-mannanevndini. Stuðul

§ 5 Til stuðul fæst frá Statens Uddannelsesstøtte (SU), t.e. tá ið 4 ár eru eftir av lestrinum,…

Til stuðul fæst frá Statens Uddannelsesstøtte (SU), t.e. tá ið 4 ár eru eftir av lestrinum, veitir Stuðulsstovnurin tí lesandi eina grundstudningsupphædd upp á kr. 36.000 um árið til livikostnaðin. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann veita tí lesandi studning til gjaldsskúlagjald upp til kr. 60.000 um árið. Stk. 3. Stuðulstovnurin kann veita tí lesandi lán til gjaldsskúlagjald, ið liggur oman fyri kr. 60.000. Stk. 4. Stuðulstíðin, íroknað framhaldandi stuðulstíð, í mun til ásettu lestrartíðina, ÁLT, er henda: Ásett lestrartíð ÁLT<3 ár 3 ár=<ÁLT<4 ár 4 ár=<ÁLT Stuðulstíð Ált Ált + í mesta lagi 1/2 ár ÁLT + upp til 1 ár Stk. 5. Stuðulsstovnurin kann í serligum førum gera frávík frá stuðulstíðini eftir tilmæli frá 4-mannanevndini. Stk. 6. Grundstuðul frá Stuðulsstovninum til livikostnaðin verður útgoldin 12 ferðir um árið. Stk. 7. Gjaldsskúlagjald rindar Stuðulsstovnurin útbúgvingarstovninum eftir umbøn. Stk. 8. Stuðulstakarin skal vera lestrarvirkin og skal av eintingum hálva hvørt ár senda Stuðulsstovninum frágreiðing um lestrargongdina í mun til ásettu lestartíð. Lestrarlánsrenta og afturgjald

§ 6 Lán verða rentað og afturgoldið sambært § 7, stk. 2. 1 og 2 í løgtingslóg um útbúgvingarstuðul,…

Lán verða rentað og afturgoldið sambært § 7, stk. 2. 1 og 2 í løgtingslóg um útbúgvingarstuðul, og renta verður roknað frá útgjaldsdegi. Uppgávur hjá 4-mannanevndinni

§ 7 4-mannanevndin hevur hesar arbeiðssetningar

4-mannanevndin hevur hesar arbeiðssetningar a) kunna skúlar og umsøkjarar um ÚSUN-skipanina, b) ráðgeva stuðulssovninum um umsóknir, c) halda seg kunnaða um útbúgvingarmøguleikar uttanlands, og kunna umsøkjarar um útbúgvingar, útbúgvingarlond, lærustovnar, umsóknarfreistir o.a., d) meta um útbúgvingartørv e) kunna landsstýrið eina ferð um árið um gongdina í ÚSUN-skipanini. Gildiskoma

§ 8 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1997, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 21.…

Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 1997, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 89 frá 21. juni 1990 um royndarskipan fyri útbúgvingarstuðul til lesandi uttanfyri norðurlond.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
útbúgvingarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond (ÚSUN-skipanin) · innanhýsis
Áður galdandi · 4. apríl 2002

Tengdar rættarkeldur

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙