Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
3. september 2004 Nr. 57
Kunngerð um útbúgivngarstuðul til lesandi uttan fyri Norðurlond (ÚSUN-skipanin), sum broytt við kunngerð nr. 122 frá 21. desember 2006
Við heimild í § 9, stk. 3 og § 12 í løgtingslóg nr. 45 frá 23. apríl 1999 um útbúgvingarstuðul, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 60 frá 27 apríl 2001, verður sett:
Endamál
§ 1 Til tess at skapa fíggjarligt grundarlag undir hægri útbúgving uttan fyri Norðurlond, verður…
Til tess at skapa fíggjarligt grundarlag undir hægri útbúgving uttan fyri Norðurlond, verður stuðul veittur. Stk. 2. Stuðul kann eftir umsókn veitast sum studningur og/ ella lán til skúlagjald og livikostnað. Stuðulsheimilaðar útbúgvingar
§ 2 Stuðulsstovnurin veitir stuðul til SU-heimilaðar hægri útbúgvingar á B.A.-, M.A.- ella á líknandi…
Stuðulsstovnurin veitir stuðul til SU-heimilaðar hægri útbúgvingar á B.A.-, M.A.- ella á líknandi støði. Stk. 2. Stuðulsstovnurin veitir umframt stuðulin sbrt. stk. 1 stuðul til: 1. Serligan støðislestur (foundation studies) - eftir miðnámsútbúgving – tá hesin er ein fortreyt fyri upptøku á hægri útbúgving. Stuðul verður latin í upp til eitt ár. 2. Skiftislestur á hægri útbúgvingum sbrt. § 2 stk. 1, um so er, at uppihaldið við fremmanda lærustovnin í minsta lagi varir í 1/2 ár og verður góðskrivað í útbúgvingini á uppruna lestrarstaðnum. 3. 1) Málslig fyrireikingarskeið til hægri útbúgvingar á ikki enskt talandi lærustovnum í ikki enskt talandi londum uttanfyri Norðurlond. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann, tá serlig viðurskifti tala fyri tí, víkja frá ásetingini í stk. 1. Stuðul
§ 3 Lesandi fáa stuðul til livikostnað og skúlagjald í mesta lagi upp til eitt ár, eftir at ásetta…
Lesandi fáa stuðul til livikostnað og skúlagjald í mesta lagi upp til eitt ár, eftir at ásetta lestrartíðin er lokin. Upp í lestrartíðina verða roknaðar áður loknar ella steðgaðar hægri útbúgvingar, har umsøkjarin hevur fingið stuðul frá Stuðulsstovninum ella frá Statens Uddannelsesstøtte. Stuðul verður í mesta lagi latin í 6 ár til hægri útbúgvingar sbrt. § 2 stk. 1. Stk. 2. Lesandi skal av sínum eintingum hálva hvørt ár senda Stuðulsstovninum skjalprógv frá lestrarstaðnum um lestrargongdina í mun til ásettu lestartíðina. Verður hetta ikki gjørt, verður stuðulin steðgaður, til skjalprógv fyriliggur. Stk. 3. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá regluni um áramál í stk. 1, um ásetta lestrartíðin er longri enn 5 ár, ella um lestrartíðin er longd vegna ráðsarbeiði, sjúku, barnsburð, ættleiðing, vísindaligt arbeiði o.a. Stk. 4. Stuðulsstovnurin kann leingja stuðulstíðina í stk. 1 við tveimum árum, um tann lesandi ikki hevur miðnámsútbúgving.
§ 4 Stuðulsstovnurin rindar skúlagjald, tó í mesta lagi kr. 120.000 um árið
Stuðulsstovnurin rindar skúlagjald, tó í mesta lagi kr. 120.000 um árið. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann veita lesandi lán til írestandi skúlagjald, tó í mesta lagi kr. 80.000 um árið. Stk. 3. Stuðulsstovnurin rindar skúlagjaldið sambært rokning frá útbúgvingarstaðnum. Stk. 4. Stuðulsstovnurin tekur avgerð um, hvørji gjøld koma undir stk. 1. Stk. 5. Stuðulsstovnurin kann gera undantak frá ásetingini í stk. 3, um skjalprógvast kann, at rokningin fyri skúlagjaldið er goldin til útbúgvingarstaðið.
§ 5 Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte, fæst ikki…
Í tíðarskeiðum, tá umsøkjari hevur rætt til stuðul frá Statens Uddannelsesstøtte, fæst ikki stuðul til livikostnað frá Stuðulsstovninum. Stk. 2. Upphæddirnar, sum Stuðulsstovnurin rindar til livikostnað, eru til eina og hvørja tíð tær somu, ið verða veittar til hægri lestur í Føroyum. Málslig fyrireikingarskeið
§ 6 Fyri at fáa stuðul skulu málsligu fyrireikingarskeiðini vera
Fyri at fáa stuðul skulu málsligu fyrireikingarskeiðini vera: 1. Málsliga førleikagevandi til hægri útbúgving. 2. Fulltíðarskeið við í minsta lagi 15 tímum um vikuna. 3. Góðkend av Stuðulsstovninum. Stk. 2. Stuðulin verður veittur sum lán til skúlagjald og livikostnað eftir hesum reglum. 1. Stuðulsstovnurin veitir lán til skúlagjald, tó í mesta lagi kr. 20.000. 2. Lánupphæddin, ið verður veitt til livikostnað, er mánaðarliga studningsupphæddin, sum til eina og hvørja tíð verður veitt til hægri lestur í Føroyum. 3. Í mesta lagi 6 mánaðir. Stk. 3. Um tann lesandi, innan 15 mánaðir eftir at málsliga fyrireikingarskeiðið er endað, fer undir hægri lestur sbrt. § 2 stk. 1 á lærustovni, har høvuðsmálið er tað sama, sum tað var á málsliga fyrireikingarskeiðinum, verða lánini, sbrt. stk. 2, umløgd til studning. Umleggingin verður framd, eftir at tann lesandi hevur tikið royndirnar til fyrsta lestrarárið á lærustovninum. Stk. 4. Í fyrsta umfari rindar tann lesandi skúlagjaldið. Eftir at skjalprógv er fingið til vega, fær tann lesandi upphæddina útgoldna. Stk. 5. Stuðulsstovnurin tekur avgerð í øllum ivamálum í sambandi við málsligu fyrreikingarskeiðini. Treytir fyri at fáa stuðul
§ 7 Fyri at fáa stuðul eftir hesi kunngerð skal umsøkjarin
Fyri at fáa stuðul eftir hesi kunngerð skal umsøkjarin: 1) hava búð í Føroyum í minsta lagi tvey av teimum seinastu trimum árunum beint undan lestrarbyrjan, ella hava búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum áðrenn lestrarbyrjan, 2) ganga á eini útbúgving sbrt. § 2 uttan fyri Norðurlond, 3) ganga á eini óløntari útbúgving, ið er skipað sum fulltíðarlestur 4) vera búsitandi í lestrarlandinum í útbúgvingartíðini, 5) vera lestrarvirkin. Lesandi er lestrarvirkin, um hann ikki er meira enn eitt ár afturúr í lesnaðinum í mun til ásettu lestrartíðina. Harafturat skal tann lesandi møta til frálæruna, lata inn kravdar uppgávur og fara til próvtøkurnar eftir teimum reglum, sum eru galdandi á útbúgvingarstovninum. Stk. 2. Stuðulsstovnurin kann, tá ið serlig viðurskifti tala fyri tí, víkja frá reglunum í stk. 1. Umsókn og umsóknarfreistir
§ 8 Umsókn um stuðul sambært hesi kunngerð skal sendast Stuðulsstovninum í sambandi við upptøku á…
Umsókn um stuðul sambært hesi kunngerð skal sendast Stuðulsstovninum í sambandi við upptøku á lærustovni. Umsøkjarin skal senda allar neyðugar upplýsingar um lesnaðin og lestrarstaðið saman við umsóknini. Stk. 2. Stuðul fæst frá tí lestrarhálvuni, tá søkt verður um stuðul. Upplýsingarskylda
§ 9 Tey, ið fáa ella hava fingið stuðul, skulu beinanvegin skrivliga boða Stuðulsstovninum frá, tá ið…
Tey, ið fáa ella hava fingið stuðul, skulu beinanvegin skrivliga boða Stuðulsstovninum frá, tá ið tey: 1) Steðga ella eru liðug við útbúgvingina, um hetta ikki sæst í umsóknini. 2) Fáa farloyvi. 3) Fáa løn eina tíð sum lið í útbúgvingini. 4) Broyta bústað. 5) Ikki longur eru í heiltíðarútbúgving. Ráðgevandi nevnd
§ 10 Landsstýrismaðurin setir eina ráðgevandi nevnd við 5 limum. Vegleiðarafelagið, Meginfelag…
Landsstýrismaðurin setir eina ráðgevandi nevnd við 5 limum. Vegleiðarafelagið, Meginfelag Føroyskra Studenta, Menningarstovan, Altjóða Skrivstovan og Fróðskaparsetur Føroya geva landsstýrismanninum tilmæli um val av einum limi og einum tiltakslimi. Leiðarin á Stuðulsstovninum er skrivari í nevndini. Ráðgevandi nevndin verður vald fyri 3 ár í senn. Stk. 2. Ráðið ásetur sjálvt sína fundarskipan.
§ 11 Arbeiðssetningurin hjá ráðgevandi nevndini er
Arbeiðssetningurin hjá ráðgevandi nevndini er: 1) at geva Stuðulsstovninum ráð í málum viðvíkjandi stuðli til lesandi uttan fyri Norðurlond. 2) at kunna landsstýrismannin í minsta lagi eina ferð um árið um gongdina í ÚSUN-skipanini. Gildiskoma
§ 12 Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2004, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 51 frá 4.…
Henda kunngerð kemur í gildi 1. august 2004, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 51 frá 4. apríl 2002 um útbúgvingarstuðul til lesandi uttanfyri Norðurlond. Mentamálaráðið, 3. september 2004 Jógvan á Lakjuni (sign.) landsstýrismaður / Petur Petersen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 122 frá 21. desember 2006.
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(3)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
3 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.