Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

5. apríl 2023 Nr. 45

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum

(MARPOL) 1)

Við heimild í § 2, stk. 2, § 7, stk. 2, § 9, § 10, stk. 1, § 11, § 14, stk. 1, § 15, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014 verður ásett:

§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri øll skip í altjóða sigling og heimasigling uttan mun til stødd og…

Kunngerðin er galdandi fyri øll skip í altjóða sigling og heimasigling uttan mun til stødd og nýtslu og fyri stuttleikaskip yvir 24 m til longdar, uttan so, at annað er nevnt í skjølunum. Stk. 2. Krøvini til tey í stk. 1 nevndu skip eru nærri útgreinaði í skjali 1 og 2 til hesa kunngerð.

§ 2 Reiðarin skal tryggja, at manningin er kunnug við teir partar av kunngerðini og skjali 2, sum eru…

Reiðarin skal tryggja, at manningin er kunnug við teir partar av kunngerðini og skjali 2, sum eru viðkomandi fyri at útinna starv teirra umborð.

§ 3 Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, ið brýtur § 2 og ásetingarnar í skjali 2

Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, ið brýtur § 2 og ásetingarnar í skjali 2. Stk. 2. Revsingin kann økjast til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er gjørt við vilja ella orsakað av grovum ósketni og um tað í samband við brotið er: 1) hendur skaði á ungfólk undir 18 ár, ella vandi hevur verið fyri tí, ella 2) fingin fíggjarligur vinningur, íroknaðar sparingar til viðkomandi sjálvan ella onnur, ella hetta hevur verið ætlanin. Stk. 3. Verður ikki hald lagt á vinning, ið fingin er í samband við brotið, skal serligt atlit havast til støddina á tí fingna ella ætlaða vinninginum, tá ið sektin verður ásett, sambært stk. 2, nr. 2. Stk. 4. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 4 Hendan kunngerð kemur í gildi 1. mai 2023, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 155 frá 23.…

Hendan kunngerð kemur í gildi 1. mai 2023, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 155 frá 23. desember 2019 frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum. Stk. 2. Byggikrøv viðvíkjandi oljudálking frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 3. Byggikrøv viðvíkjandi umsjón við skaðiligum flótandi evnum, sum verða flutt sum leysafarmur, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 4. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá skaðiligum evnum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 5. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá kloakkspillivatni, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 6. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá burturkasti frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 7. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti luftdálking frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Sjóvinnustýrið, 5. apríl 2023 Hans Johannes á Brúgv (sign.) / Gunnvá S. á Lofti (sign.) 1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum · innanhýsis
Galdandi · 13. mars 2025
Avtøkur
Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum · innanhýsis
Áður galdandi · 23. desember 2019

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙