Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

23. desember 2019 Nr. 155

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum 1)

(MARPOL)

Við heimild í § 2, stk. 2, § 7, stk. 2, § 9, § 10, stk. 1, § 11, § 14, stk. 1, § 15, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014 verður ásett:

§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri øll skip í altjóða- og heimasigling uttan mun til stødd og nýtslu og…

Kunngerðin er galdandi fyri øll skip í altjóða- og heimasigling uttan mun til stødd og nýtslu og fyri stuttleikaskip yvir 24 m til longdar, uttan so, at annað er nevnt í skjølunum.

§ 2 Reiðarin skal tryggja, at manningin er kunnug við teir partar av kunngerðini og skjali 2, sum eru…

Reiðarin skal tryggja, at manningin er kunnug við teir partar av kunngerðini og skjali 2, sum eru viðkomandi fyri at útinna starv teirra umborð.

§ 3 Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð ella ásetingarnar í skjali 2 verða revsað við sekt ella…

Brot á ásetingarnar í hesi kunngerð ella ásetingarnar í skjali 2 verða revsað við sekt ella fongsul í upp til 2 ár. Stk. 2. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 4 Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2020

Hendan kunngerð kemur í gildi 1. januar 2020. Stk. 2. Byggikrøv viðvíkjandi oljudálking frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 3. Byggikrøv viðvíkjandi umsjón við skaðiligum flótandi evnum, sum verða flutt sum leysafarmur, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 4. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá skaðiligum evnum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 5. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá kloakkspillivatni, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 6. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá burturkasti frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 7. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti luftdálking frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Sjóvinnustýrið, 23. desember 2019 Hans Johannes á Brúgv (sign.) / Gunnvá S. á Lofti (sign.) 1) Fylgiskjølini eru ikki løgd út á logir.fo, men eru at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Fráboðanum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Avtøkur
Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum · innanhýsis
Áður galdandi · 5. apríl 2023

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙