Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

13. mars 2025 Nr. 36

Kunngerð frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum

(MARPOL) 1)

Við heimild í § 2, stk. 2, § 7, stk. 2, § 9, § 10, stk. 1, § 11, § 14, stk. 1, § 15, stk. 2, § 18, stk. 2 og 3 og § 49, stk. 2 í løgtingslóg nr. 165 frá 21. desember 2001 um trygd á sjónum, sum broytt við løgtingslóg nr. 71 frá 30. mai 2011, løgtingslóg nr. 61 frá 17. mai 2013 og løgtingslóg nr. 122 frá 15. desember 2014, verður ásett:

§ 1 Kunngerðin er galdandi fyri øll skip í altjóða sigling og heimasigling uttan mun til stødd og…

Kunngerðin er galdandi fyri øll skip í altjóða sigling og heimasigling uttan mun til stødd og nýtslu og fyri stuttleikaskip yvir 24 m til longdar, uttan so, at annað er nevnt í skjølunum. Stk. 2. Krøvini til tey í stk. 1 nevndu skip eru nærri útgreinaði í skjali 1 og 2 til hesa kunngerð.

§ 2 Reiðarin skal tryggja, at manningin er kunnug við teir partar av kunngerðini og skjali 2, sum eru…

Reiðarin skal tryggja, at manningin er kunnug við teir partar av kunngerðini og skjali 2, sum eru viðkomandi fyri at útinna starv teirra umborð.

§ 3 Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, ið fremur brot á § 2 og ásetingarnar í…

Við sekt ella fongsli í upp til 1 ár verður tann revsaður, ið fremur brot á § 2 og ásetingarnar í skjali 2. Stk. 2. Revsingin kann hækka til fongsul í upp til 2 ár, um brotið er gjørt við vilja ella orsakað av grovum ósketni, og um tað í sambandi við brotið er: 1) hendur skaði á ungfólk undir 18 ár, ella vandi hevur verið fyri tí, ella 2) fingin fíggjarligur vinningur, íroknaðar sparingar til viðkomandi sjálvan ella onnur, ella hetta hevur verið ætlanin. Stk. 3. Er fíggjarligur vinningur fingin við broti á stk. 1, skal vinningurin inndragast eftir reglunum í kapitli 9 í revsilógini. Ber ikki til at leggja hald á vinningin, skal við áseting av revsing takast serligt fyrilit fyri støddini á náddum ella ætlaðum fíggjarligum fyrimuni, sambært stk. 2, nr. 2. Stk. 4. Feløg og aðrir løgfrøðiligir persónar, koma undir revsiábyrgd eftir reglunum í kapitli 5 í revsilógini.

§ 4 Hendan kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2025, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 45 frá 5.…

Hendan kunngerð kemur í gildi 1. apríl 2025, og samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 45 frá 5. apríl 2023 frá Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum. Stk. 2. Byggikrøv viðvíkjandi oljudálking frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 3. Byggikrøv viðvíkjandi umsjón við skaðiligum flótandi evnum, sum verða flutt sum leysafarmur, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 4. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá skaðiligum evnum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 5. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá kloakkspillivatni, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 6. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti dálking frá burturkasti frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Stk. 7. Byggikrøv viðvíkjandi fyribyrging móti luftdálking frá skipum, sambært higartil galdandi reglum, eru framvegis galdandi fyri verandi skip, uttan so at annað er ásett í hesi kunngerð. Sjóvinnustýrið, 13. mars 2025 Hans Johannes á Brúgv (sign.) / Gunnvá S. á Lofti (sign.) Skjal 1 Alment um kunngerðina Ásetingarnar í hesi kunngerð skulu lesast, skiljast og tulkast við atliti til niðanfyri nevndu broytingar og tillagingar til føroysk viðurskifti: 1) Allastaðni, har “Søfartsstyrelsen” ella annar danskur myndugleiki verður nevndur í hesi kunngerð, skal, tá ið ræður um føroyskt myndugleikaøki, skiljast “Sjóvinnustýrið”, ella møguliga annar heimilaður føroyskur myndugleiki. 2) Allastaðni, har orðingar sum “Danmark”/“dansk”, “Grønland”/“grønlandsk” ella “dansk skib”/“grønlandsk skib” verða nýttar í hesi kunngerð, skal skiljast “Føroyar/føroyskt” ella “føroyskt skip”, uttan so at ásetingarnar viðvíkja viðurskiftum uttan fyri føroyskt myndugleikaøki. 3) Av tí at Føroyar ikki eru limur í ES, eru tilvísingar til krøv og reglur í ES direktivum og ES fyriskipanum ikki galdandi fyri føroysk skip, uttan so at nevndu reglur eru settar í gildi við føroyskari lóggávu ella beinleiðis verða álagdar skipum, sum ikki sigla undir ES flaggi (triðjalandsskip) sum treyt fyri framhaldandi at sigla í ES sjógvi ella koma í ES havn. Viðkomandi ES reglur kunnu tó eftir tørvi nýtast vegleiðandi fyri føroysk skip. 4) Dagfestingar nevndar í skjølunum til hesa kunngerð, sum eru tengdar at gildiskomuni av avvarðandi donsku reglunum, skulu í føroyskum høpi skiljast sum galdandi frá tí degi, tá henda kunngerð um fráboðan frá Sjóvinnustýrinum kemur í gildi. 5) Tær til eina og hvørja tíð galdandi vegleiðingarnar frá Søfartsstyrelsen, sum knýta seg til hetta regluverkið, verða við neyðugum tillagingum eisini nýttar av Sjóvinnustýrinum. Heimildir 1) Anneks I, II, III, IV, V og VI hava støðið í altjóða sáttmálanum um fyribyrging móti dálking frá skipum (MARPOL) við seinni broytingum og protokollum umframt skjal IV, regla 4 og 5 í Helsinki-sáttmálanum. 2) Anneks I, II, III, IV, V og VI innihalda ásetingar, ið seta í verk teir partar av altjóða sáttmálanum MARPOL 73/78 saman við protokollini frá 1997, ið eru fevndir av økinum í løgtingslóg um trygd á sjónum. Hesar ásetingar eru í kunngerðini markeraðar við bókstavinum “S”. Í anneksunum eru afturat hesum ásetingar, ið fevna um økið í løgtingslóg um verju av havumhvørvinum. Hesar ásetingar eru markeraðar við bókstavinum “M”. Hesar ásetingar eru einans tiknar við sum upplýsandi tilfar. 3) MARPOL-sáttmálin fevnir um ásetingar, ið bæði eru fevndar av løgtingslóg um trygd á sjónum og løgtingslóg um verju av havumhvørvinum. Tær ásetingar, ið eru í skjølunum, sum eru fevndar av báðum økjum, eru markeraðar við “S/M”. 4) Ásetingar í hesi kunngerð, ið fevna um byggikrøv til minni lastskip og stuttleikaskip eru skrivað við kursiv. 1) Skjal 2 er ikki lagt út á logir.fo, men at finna í Kunngerðablaðnum, sí vinstra bredda á logir.fo, og á Regluportalinum hjá Sjóvinnustýrinum. Broytingarásetingar í Kunngerðum frá Sjóvinnustýrinum, sum verða kunngjørdar í kunngerðablaðnum verða ikki samanskrivaðar við upprunaásetingarnar her í logir.fo.

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Heimildir
trygd á sjónum, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 79 frá 2. mai 2025 · innanhýsis
Galdandi · 21. desember 2001
Avtøkur
Sjóvinnustýrinum um at fyribyrgja dálking frá skipum · innanhýsis
Áður galdandi · 5. apríl 2023

Tengdar rættarkeldur

(2)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙