Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

27. apríl 2009 Nr. 41

Kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum seinast broytt við kunngerð nr. 167 frá 6. november 2025

1) Við heimild í § 5, stk. 4 og 5 og § 6, stk. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:

§ 1 Viðgerð er ókeypis í sjúkrahúsverki Føroya fyri

Viðgerð er ókeypis í sjúkrahúsverki Føroya fyri: 1) Persónar, sum sambært § 5, stk. 1-3 í lógini, hava rætt til ókeypis viðgerð. 2) Persónar, sum ikki eru búsitandi í Føroyum og sum ikki hava rætt til ókeypis viðgerð og kanning, sambært løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005, men har sjúkrahúsmyndugleikin í heimlandinum hjá viðkomandi hevur givið tilsøgn um gjald av útreiðslum, sum standast av viðgerðini. 3) Persónar úr Norðurlondum ella Stórabretlandi, sum fáa bráðfeingis viðgerð í sambandi við bráðfeingis sjúku, skaða, barnsburð ella versnandi kroniska sjúku. 4) Persónar, sum sambært altjóða avtalum ella øðrum avtalum hava rætt til ókeypis viðgerð.

§ 2 Persónar, sum ikki eru nevndir í § 1, skulu gjalda fyri viðgerð, kanning v.m. eftir reglunum í…

Persónar, sum ikki eru nevndir í § 1, skulu gjalda fyri viðgerð, kanning v.m. eftir reglunum í stk. 2. Stk. 2. 2) Gjald fyri viðgerð verður sum høvuðsregla ásett til tvær ferðir DRG upphæddina, sum er lýst hjá danska Sundhedsstyrelsen, við støði í donskum krónum. Stk. 3.3) 1) 2) Gjaldið fyri viðgerð á intensivu deild er 32.000 kr. um samdøgrið. Stk. 4. 3) 1) 2) Gjaldið fyri sjúkraflutning í Føroyum samsvarar við útreiðslurnar, tó í minsta lagi 2.000 kr. Stk. 5. 3) 1) 2) Fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar v.m. er ómaksgjaldið 7.000 kr. Stk. 6. 2) Fyri vanliga umsiting, kann Sjúkrahúsverkið krevja upp til 2.500 kr. Stk. 7. 3) 2) Onnur gjøld kunnu ásetast sambært § 2 av sjúkrahúsunum í felag og skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Stk. 8. 2) Øll gjøld sambært stk. 3-7 verða á hvørjum ári prístalsviðgjørd.

§ 3 Gjaldið skal altíð gerast upp og gjaldast í sambandi við útskrivingina ella beint eftir…

Gjaldið skal altíð gerast upp og gjaldast í sambandi við útskrivingina ella beint eftir útskrivingina. Stk. 2. Um viðkomandi hevur spurningar um gjaldið, skal viðkomandi hava at vita kostnaðin av viðgerð ella kanning, áðrenn arbeiðið fer í gongd. Stk. 3. Eru serligar umstøður, sum gera seg galdandi, kunnu sjúkrahúsini boðað frá, at ein einstøk viðgerð heilt ella partvíst verður ókeypis.

§ 4 Sjúkrahúsini kunnu hvør sær gera av, um trygd skal veitast fyri gjaldinum

Sjúkrahúsini kunnu hvør sær gera av, um trygd skal veitast fyri gjaldinum.

§ 5 Persónar, sum hava fastan bústað í Danmark ella Grønlandi og sum ganga í skúla ella eru í læru í…

Persónar, sum hava fastan bústað í Danmark ella Grønlandi og sum ganga í skúla ella eru í læru í Føroyum, hava rætt til ókeypis viðgerð.

§ 6 3) 4) Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru…

3) 4) Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, sum eru í Føroyum, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans hava, eftir ávísing frá lækna, rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska sjúkrahúsverkinum eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum. Stk. 2. 5) Er annað av foreldrunum búsitandi uttanlands í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði, verður onki gjald tikið fyri veitingar í sambandi við barnsburð. Treytin er, at bæði foreldur lúka treytirnar í stk. 1.

§ 6 a 1) Sjúkrahúsini kunnu hvør sær áseta depositum fyri útlán av hjálpartólum í sambandi við viðgerð

1) Sjúkrahúsini kunnu hvør sær áseta depositum fyri útlán av hjálpartólum í sambandi við viðgerð.

§ 7 Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2009

Henda kunngerð kemur í gildi 1. mai 2009. Heilsumálaráðið, 27. apríl 2009 Hans Pauli Strøm (sign.) landsstýrismaður / Poul Geert Hansen (sign.) 1) Broytt við kunngerð nr. 104 frá 4. august 2015. 2) Broytt við kunngerð nr. 167 frá 6. november 2025, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi 1. januar 2026.” 3) Broytt við kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2014. 4) Broytt við kunngerð nr. 15 frá 17. mars 2015. 5) Broytt við kunngerð nr. 15 frá 3. mars 2020, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd og hevur virknað frá 1. august 2019.”

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Broytingar
broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð · innanhýsis
Galdandi · 6. november 2025
Broytingar
broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð · innanhýsis
Galdandi · 3. mars 2020
Broytingar
broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð · innanhýsis
Galdandi · 4. august 2015
Broytingar
broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð · innanhýsis
Galdandi · 17. mars 2015
Broytingar
broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð · innanhýsis
Galdandi · 3. juni 2014
Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙