Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
3. juni 2014 Nr. 76
Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð
§ 1 Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, verða gjørdar hesar broytingar
Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Í § 2 verða sum stk. 3, 4, 5 og 6 sett: “Stk. 3. Gjaldið fyri viðgerð á intensivu deild er 24.250 kr. um samdøgrið. Stk. 4. Gjaldið fyri sjúkraflutning í Føroyum er 1500 kr. um tíman. Stk. 5. Fyri samskifti og samskipan við útlendsk tryggingarfeløg, arbeiðsgevarar v.m. er ómaksgjaldið 600 kr. um tíman. Stk. 6. Onnur gjøld kunnu ásetast sambært § 2 av sjúkrahúsunum í felag og skulu góðkennast av landsstýrismanninum.” 2. § 6 verður orðað soleiðis: “§ 6. Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, sum eru í Føroyum, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans hava, eftir ávísing frá lækna, rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska heilsuverkinum eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum.”
§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd
Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 3. juni 2014 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Turid Arge (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.