Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

4. august 2015 Nr. 104

Kunngerð um broyting í kunngerð um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð

(Hækkan av gjaldi fyri sjúkrahúsviðgerð)

§ 1 Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum broytt við kunngerð nr.…

Í kunngerð nr. 41 frá 27. apríl 2009 um gjald fyri sjúkrahúsviðgerð, sum broytt við kunngerð nr. 76 frá 3. juni 2014 og kunngerð nr. 15 frá 17. mars 2015, verða gjørdar hesar broytingar: 1. Inngangurin verður orðaður soleiðis: “Við heimild í § 5, stk. 4 og 5 og § 6, stk. 3 og 4 í løgtingslóg nr. 64 frá 17. mai 2005 um sjúkrahúsverkið verður ásett:” 2. Í § 2, stk. 3 verður “24.250 kr.” broytt til: “29.100 kr.” 3. Í § 2 verður stk. 4 orðað soleiðis: “Stk. 4. Gjaldið fyri sjúkraflutning í Føroyum samsvarar við útreiðslurnar, tó í minsta lagi 1.800 kr.” 4. Í § 2, stk. 5 verður “600 kr. um tíman” broytt til: “6.000 kr.” 5. Eftir § 6 verður sett: “§ 6 a. Sjúkrahúsini kunnu hvør sær áseta depositum fyri útlán av hjálpartólum í sambandi við viðgerð.”

§ 2 Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd

Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Heilsumálaráðið, 4. august 2015 Karsten Hansen (sign.) landsstýrismaður / Jan Simonsen (sign.)

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙