Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
26. apríl 1974 Nr. 38
Løgtingslóg um veitan av láni til kommunur til keyp av jørð
§ 1 Hvørt av fíggjarárunum 1974/775 til 1978/79 verða á fíggjarlógini játtaðar kr. 1.000-000 at…
Hvørt av fíggjarárunum 1974/775 til 1978/79 verða á fíggjarlógini játtaðar kr. 1.000-000 at leggja í grunn við tí endamáli at veita kommununum lagalig lán til keyp av jørð til byggilendi og til byggibúnan. Stk. 2. Landsstýrið ásetir í samráð við fíggjarnevnd løgtingsins nærri reglur um undir hvørjum treytum, tílík lán kunnu verða veitt, herundir eisni lánirentu og avdráttartíð.
§ 2 Røkkur peningur grunsins ikki til tær lánveitingar, sum verða hildnar neyðugar, er landsstýrinum…
Røkkur peningur grunsins ikki til tær lánveitingar, sum verða hildnar neyðugar, er landsstýrinum heimilt við góðkenning fíggjarnevndarinnar at taka lán upp til 4 milj. kr. Stk. 2. 1) (Strikað).
§ 3 Henda lóg fær gildi 1. apríl 1974
Henda lóg fær gildi 1. apríl 1974. Tórshavn, 26. apríl 1974 Atli P. Dam (sign.) løgmaður / Asbjørn Joensen (sign.) 1) Broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 6. mai 1976, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi beinanvegin.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 av 2 keldum eru tøkar í Lógarinnliti.