Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
9. juni 1988 Nr. 75
Løgtingslóg um kommunalan lánigrunn
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Kommuanli Lánigrunnurin hevur til endamáls at veita kommununum lagalig lán til at keypa lendi, og…
Kommuanli Lánigrunnurin hevur til endamáls at veita kommununum lagalig lán til at keypa lendi, og at gera tað byggibúgvið, bøta um kloakkviðurskifti og at veita lán til aðrar íløgur í tann mun kommuna ikki fær studning ella lagalig lán aðrastaðni.
§ 2 Grunnurin er ogn landskassans. Umframt ognirnar hjá verandi grunni, fær grunnurin fæið útvegað…
Grunnurin er ogn landskassans. Umframt ognirnar hjá verandi grunni, fær grunnurin fæið útvegað við játtanum á fíggjarløgtingslógum, rentuinntøku og løgtingslóg um býti av avlopi landskassans. Stk. 2. Røkkur peningur grunsins ikki til tær lániveitingar, sum verða hildnar neyðugar, er landsstýrinum heimilað við góðkenning fíggjarnevndarinnar at taka upp neyðug lán.
§ 3 Sett verður ein nevnd at viðgera lániumsóknirnar og at gera tilmæli til landsstýrið um…
Sett verður ein nevnd at viðgera lániumsóknirnar og at gera tilmæli til landsstýrið um lánijáttanir og onnur viðurskifti grunninum viðvíkjandi. Stk. 2. Nevndin hevur 5 limir og 5 tiltakslimir. Landsstýrið velur 3 limir og løgtingið 2. Nevndin verður vald fyri 4 ár. Landsstýrið tilnevnir formannin. Nevndin ger sjálv starvsskipan sína. Stk. 3. Nevndin kann søkja sær sakkøna hjálp hjá Landsskrivstovuni.
§ 4 Landsstýrið umsitur grunnin og kann áleggja Gjaldstovuni, Landsbankanum ella øðrum almennum…
Landsstýrið umsitur grunnin og kann áleggja Gjaldstovuni, Landsbankanum ella øðrum almennum stovni ella grunni at umsita lánini.
§ 5 Í sambandi við viðgerð av lániumsóknum eigur dentur at verða lagdur á tørvin fyri viðkomandi…
Í sambandi við viðgerð av lániumsóknum eigur dentur at verða lagdur á tørvin fyri viðkomandi íløgu, fíggjarviðurskiftini í viðkomandi kommunu og stýriingina av búskapinum í Føroyum sum heild. Stk. 2. Landsstýrinum verður heimilað at seta nærri reglur fyri virki grunsins, herundir útlánsrentu og afturgjaldstíð.
§ 6 Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg…
Henda lóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 38 frá 26. apríl 1974 um veitan av láni til kommunur til keyp av jørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 31 frá 6. mai 1976. Tórshavn, 9. juni 1988 Atli P. Dam (sign.) løgmaður / K. Petersen (sign.)
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.