Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Lógtekstur
23. april 1999 Nr. 36
Løgtingslóg um broyting í lóg um fólkapensjón
Samsvarandi samtykt Føroya løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§ 1 Í lóg um fólkapensjón, sbr. lovbekendtgørelse nr. 103 af 2. marts 1988 om folkepension, sum…
Í lóg um fólkapensjón, sbr. lovbekendtgørelse nr. 103 af 2. marts 1988 om folkepension, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 37 frá 16. apríl 1997, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 3, stk. 2, verður “70” broytt til “67” 2) Í § 4, stk. 1, verða orðini “for personer under 67 år og efter reglerne i § 6 for personer i alderen 67-70 år, ikke repræsenterer en værdi, der overstiger 16.100 kr.” strikað og í staðin sett orðini “ikki umboðar eitt virði, sum fer upp um frádráttarfríu inntøkuupphæddina soleiðis, sum hon er ásett við løgtingslógini um áseting og javning av almannaveitingum” 3) Í § 4, stk. 2, verður aftaná “grundbeløb” sett “og bíðiviðbót”. 4) § 6 verður strikað 5) Í § 17, stk. 2 verður “70” broytt til “67”
§ 2 Henda lóg fær gildi 1. august 1999
Henda lóg fær gildi 1. august 1999. Tórshavn, 23. apríl 1999 Anfinn Kallsberg (sign.) løgmaður
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Lógir, sum verða broyttar
(1)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.