Skriva spurningin og trýst Send: hann verður sendur beint við valda modellin og Lógarleit-amboðunum, og kelduvísingin til hesa keldu fylgir við. «Spyr um hesa keldu» opnar samrøðuna í nýggjum fane við kladdu um hesa keldu; kladdan verður ikki send fyrr enn tú sendir hana.

Spyr um hesa keldu

Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.

Enter sendir · Shift+Enter ger nýggja linju

Lógtekstur

20. apríl 2005 Nr. 36

Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m.

Samsvarandi samtykt Løgtingsins staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:

§ 1 Í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m., sum m.a.…

Í løgtingslóg nr. 107 frá 29. juni 1995 um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v.m., sum m.a. broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 20. mai 1996, og sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 13. mai 1997, verða gjørdar hesar broytingar: 1) Í § 11 verður aftaná orðið “stakgreinaundirvísing” sett: “og sum sjálvlesandi”. 2) Í § 14, stk. 2 verður aftaná ”kann áseta reglur um” sett: ” felagsbýtisnevnd og”. 3) § 20, stk. 1 verður orðað soleiðis: “Rektarin setir og loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk.”

§ 2 Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005

Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005. Tórshavn, 20. apríl 2005 Jóannes Eidesgaard (sign.) løgmaður Jógvan á Lakjuni (sign.) Lm. nr. 42/2005

Tilvísingar

Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.

Lógir, sum verða broyttar

(1)

Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.

1 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.

Ein óvæntaður feilur er hendur. Les aftur 🗙