Spyr um hesa keldu
Skriva ein spurning um hesa keldu. Spurningurin verður sendur til Spyr Lógarinnlit (Open WebUI) saman við kelduvísingini.
Innihald
Lógtekstur
29. juni 1995 Nr. 107
Løgtingslóg um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku v. m., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 20. apríl 2005
Kapittul 1 HF-útbúgving
Kapittul 2 Skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku
Kapittul 3 Lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing
Kapittul 4 Felags ásetingar
Kapittul 5 Upptøka
Kapittul 6 Skeiðsbygnaður
Kapittul 7 Leiðsla
Kapittul 8 Lærarar
Kapittul 9 Fígging
Kapittul 10 Ymiskar ásetingar
Kapittul 11 Gildi o.a.
Kapittul 1
HF-útbúgving
Kapittul 1 HF-útbúgving
Skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku er ein almennandi og lestrarfyrireikandi útbúgving fyri tilkomin. Stk. 2. Lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing er eitt tilboð til tilkomin um ískoytisútbúgving á fleiri stigum. Kapittul 2 Skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku
Kapittul 2 Skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku
1) Á skeiði til hægri fyrireikingarpróvtøku verður undirvíst í alisfrøði, alisfrøði-evnafrøði, donskum, enskum, evnafrøði, evning, films- og sjónvarpskunnleika, fiskivinnu, fornaldarfrøði, fronskum, føroyskum, geografi, heimspeki, ítrótti, latín, lívfrøði, religión, russiskum, sálarfrøði, samfelagsfrøði, sponskum, støddfrøði, søgu, teldufrøði, tónleiki, týskum, tøkni og vinnulívsbúskapi. Næmingarnir skulu harumframt hava útbúgvingar- og yrkisvegleiðing. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann góðkenna, at undirvísing verður givin í øðrum lærugreinum.
1) Hægri fyrireikingarpróvtøka gevur neyðugt grundarlag fyri hægri framhaldslestri. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku, heruppií hvørjar lærugreinir, ið eru felagslærugreinir og hvørjar, ið eisini ella bert eru vallærugreinir. Landsstýrið ásetur minsta krav til talið og samansetingina av vallærugreinum, ið saman við felagslærugreinunum mynda eina samlaða próvtøku hjá tí einstaka næminginum. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at lærugrein á sama ella hægri stigi á gymnasialum støði kann koma í staðin fyri lærugrein til HF-próvtøku. Stk. 4. HF-útbúgvingin kann takast sum eitt samlað 2-ára skeið ella leggjast til rættis sum stakgreinaundirvísing. Kapittul 3 Lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing
Kapittul 3 Lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing
1) Lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing fevnir um tær lærugreinir og tey støði, sum eru partur av hægri fyrireikingarpróvtøku sambært § 2. Eisini kann verða undirvíst í lærugreinum, sum eru við í lærugreinarøðini á studentaskúlanum, heruppií lærugreinir á hástigi sambært løgtingslóg um studentaskúlar v.m.
Lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing gevur við undirvísing í einstøkum lærugreinum ella í útbúgvingarskeiðum, sum eru løgd serliga til rættis, tilkomnum grundarlag fyri framhaldandi útbúgving. Eisini gevur lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing tilkomnum møguleika fyri at taka ískoytisútbúgving til áður tiknar útbúgvingar ella fyri at bøta um vinnumøguleikar sínar. Stk. 2. Próvtøkur í einstøkum lærugreinum í HF-lærugreinarøðini kunnu setast saman til eina hægri fyrireikingarpróvtøku sambært § 3. Stk. 3. 1) Próvtøkur í einstøkum lærugreinum í lærugreinarøðini á studentaskúlanum kunnu setast saman til studentspróvtøku eftir nærri reglum, sum landsstýrið ásetur. Kapittul 4 Felags ásetingar
Kapittul 4 Felags ásetingar
1) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur fyri undirvísingini, heruppií innihaldið og vavið í teimum einstøku lærugreinunum, og á hvørjum stigi lærugreinirnar verða. Hevur ein lærugrein fleiri stig, kann haldast fram frá lægri til hægri stig. Fyri at halda fram frá lægri til hægri stig í eini lærugrein, skal næmingurin hava verið til próvtøku á tí lægra stignum. Stk. 2. Undirvísingin í hvørjari lærugrein sambært § 3 endar við próvtøku, undantiknar eru lærugreinirnar evning, ítróttur og tónleikur sum felagslærugreinir í einum samlaðum 2-ára HF-skeiði. Stk. 3. Næmingar, ið ikki hava tikið lut í undirvísingini til hægri fyrireikingarpróvtøku ella í lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing kunnu fara til próvtøku sum sjálvlesandi.
1) Landsstýrismaðurin ásetur gjøllari reglur fyri HF-próvtøku, herímillum reglur um krøv og próvtøkuuppgevingar, próvtøkur, próvdøming, próvtøl umframt útskriving av prógvi. Stk. 2. 1) Kæra um avgerðir tiknar í sambandi við próvtøku, herundir um áseting av próvtali, kann innan 2 dagar aftaná at avgerðin er kunngjørd næminginum leggjast fyri landsstýrismannin sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
1) Einstaka næminginum, verður boðin útbúgvingar- og yrkisvegleiðing eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur.
1) Brekaðir næmingar fáa serliga undirvísing ella sernámsfrøðiliga hjálp eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 2. 1) Fyri næmingar, sum vegna sjúku ikki kunnu fylgja vanligari undirvísing í longri tíð, verða undirvísingartiltøk framd eftir reglum um sjúkraundirvísing, ið landsstýrismaðurin ásetur. Kapittul 5 Upptøka
Kapittul 5 Upptøka
Umsøkjari kann verða tikin upp á 2 ára HF-skeið til hægri fyrireikingarpróvtøku, um 1) umsøkjarin er fyltur 18 ár áðrenn 31. desember í tí ári, hann byrjar undirvísingina, og 2) umsøkjarin hevur lokið 10. flokk fólkaskúlans og lokið víðkaðu fráfaringarroynd fólkaskúlans í føroyskum og donskum, og fráfaringarroynd fólkaskúlans í lærugreinunum støddfrøði og enskum. Stk. 2. 2) Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um og treytir fyri upptøku, herundir fyri upptøku av næmingum, sum ikki lúka krøvini í stk. 1, og um upptøku av stakgreinalesandi.
3) Umsøkjari kann verða tikin upp til lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing og sum sjálvlesandi sambært reglunum í § 10, stk. 1 og 2.
Upptøka til undirvísing, sum í einari lærugrein førir til hægsta gymnasiala stig í lærugreinini sambært § 4, fer fram eftir meting rektarans/skeiðleiðarans av førleika umsøkjarans í hvørjum einstøkum føri. Kapittul 6 Skeiðsbygnaður
Kapittul 6 Skeiðsbygnaður
Undirvísingin fer fram á studentaskúlum og HF-skeiðum landsins. Hesir stovnar kunnu skipa fyri undirvísing eftir hesi lóg á øðrum stovnum undir leiðslu og ábyrgd rektarans/skeiðleiðarans. Stk. 2. Skeið og skúlar kunnu samstarva um undirvísingartól, høli, fyrisiting, leiðslu, lærarar og valbólkar.
1) Landsstýrismaðurn tryggjar skeiðsrúmd til 2-ára HF-skeiðsundirvísing, soleiðis at allir umsøkjarar, ið lúka upptøkutreytirnar sambært § 10, verða tiknir upp. Stk. 2. 1) 3) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um felagsbýtisnevnd og samskipan av undirvísingartilboðum innan stakgreinalestur í ávísum lærugreinum, ið eru neyðugar fyri upptøku til hægri framhaldslestur, umframt at áleggja verandi HF-skeiðum at skipa undirvísing í tílíkum lærugreinum. Kapittul 7 Leiðsla
Kapittul 7 Leiðsla
1) Landsstýrismaðurin setur í starv og loysir úr starvi rektara/skeiðleiðara.
1) Rektarin/skeiðleiðarin er leiðari skeiðsins og hevur ábyrgdina av virksemi skeiðsins mótvegis landsstýrismanninum. Stk. 2. 1) Rektarin/skeiðleiðarin hevur námsfrøðiligu ábyrgdina av undirvísingini og próvtøkuni á skeiðinum mótvegis Skúlafyrisitingini. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann geva rektaranum/skeiðleiðaranum boð í námsfrøðiligum málum. Stk. 4. Rektarin/skeiðleiðarin leiðir og býtir arbeiðið millum lærarar og starvsfólk á skeiðinum og tekur allar ítøkiligar avgerðir viðvíkjandi næmingum. Stk. 5. Rektarin/skeiðleiðarin heldur próvtøku og skrivar prógvini.
1) Á hvørjum HF-skeiði verður skipað lærararáð, lærarafundur og samstarvsnevnd eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 2. Um studentaskúli og HF-skeið eru undir somu lon, verður skipað eitt felags lærararáð.
1) Á hvørjum HF-skeiði verður skipað næmingaráð, sum næmingarnir velja sínámillum eftir reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur. Stk. 2. Næmingaráðið gevur ummæli til rektaran/skeiðleiðaran, herundir í almennum málum viðvíkjandi næmingaviðurskiftum. Stk. 3. Næmingaráðið á hvørjum HF-skeiði ásetur sjálvt sína starvsskipan. Stk. 4. Um studentaskúli og HF-skeið eru undir somu lon, verður skipað eitt felags næmingaráð.
1) Landsstýrismaðurin hevur hægstu ábyrgd av undirvísing og próvtøku á HF-skeiðunum. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann sambært stk. 1 krevja allar upplýsingar viðvíkjandi skeiðunum, heruppií eisini stíla fyri vitjan á skeiðunum. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur fyri innsavning av upplýsingum frá skeiðunum. Kapittul 8 Lærarar
Kapittul 8 Lærarar
1) 3) Rektarin setir loysir úr starvi lærarar og onnur starvsfólk. Stk. 2. 1) Setan sum adjunktur, lektari ella rektari/skeiðleiðari á HF-skeiði er treytað av, at viðkomandi í lærugreinarøðini, nevnd í § 2, stk. 1, hevur lokið kandidatprógv ella magistarakonferens á einum universiteti ella universitetssentri. Landsstýrismaðurin ásetur reglur um fakligan førleika fyri setan. Landsstýrið kann góðkenna, at umsøkjari, ið hevur lokið javnbjóðis prógv á øðrum hægri lærustovni, verður settur í omanfyri nevndu størv. Stk. 3. Setan í fast starv sum lærari ella rektari/skeiðleiðari á HF-skeiði er treytað av, at viðkomandi hevur staðið próvtøku í ástøðiligari og verkligari námsfrøði, umframt tikið lut í fakligum námsfrøðiligum skeiði. Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin gevur lærarum undirvísingarførleika í einari ella fleiri lærugreinum sambært reglunum í stk. 1 og 2. Stk. 5. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um ástøðiligt og verkligt námsfrøðiligt skeið, eins og reglur um atgongd til at taka samlað námsfrøðiligt skeið. Stk. 6. 1) HF-skeiðini hava skyldu eftir ávísing frá landsstýrismanninum at taka lærarakandidatar, ið skulu taka verkligt námsfrøðiligt skeið. Kapittul 9 Fígging
Kapittul 9 Fígging
1) Landið rekur HF-skeiðini. Stk. 2. Studningur kann verða veittur til royndar- og menningarvirksemi, eftirútbúgving, útbúgving av lestrarvegleiðarum og faklig skeið.
Fulltíðarundirvísingin á HF-skeiðunum er ókeypis fyri næmingarnar. Stk. 2. Næmingarnir skulu sjálvir útvega sær bøkur og annað undirvísingartilfar. Stk. 3. 1) Landsstýrismaðurin kann heimila skeiðunum at taka gjald fyri ljóstøk til nýtslu í undirvísingini. Stk. 4. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um, at næmingar á lestrarfyrireikandi stakgreinaundirvísing fyri tilkomin skulu lata eitt gjald fyri hvørja lærugrein sær og um gjaldsupphædd og gjaldsskipan. Stk. 5. 1) Landsstýrismaðurin ásetur reglur um, at næmingar, ið ynskja at innstilla seg til próvtøku, uttan at teir eru innskrivaðir til undirvísing (sjálvlesandi), skulu lata eitt gjald. Stk. 6. Inngjaldingin eftir stk. 4 og 5 er ein treyt fyri at fáa undirvísing og fara til próvtøku. Kapittul 10 Ymiskar ásetingar
Kapittul 10 Ymiskar ásetingar
1) Landsstýrismaðurin kann í serligum førum áseta reglur um frávik frá ásetingini í hesi lóg, fyri at fremja royndar- og menningarvirksemi. Royndar- og menningarvirksemi má ikki minka um næminganna møguleikar at nýta teirra útbúgving sum støði undir hægri framhaldslestri ella rættindi teirra í øðrum førum. Stk. 2. 1) Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um frávik frá ásetingunum í hesi lóg, um eitt skeið bjóðar fram undirvísing, ið miðar ímóti einum samsvarandi altjóðaprógvi, ið gevur atgongd til hægri framhaldslestur á jøvnum føti við HF-próvtøku.
1) Kæra yvir avgerð rektarans/skeiðleiðarans í námsfrøðiligum málum og málum, sum viðvíkja næmingum sambært § 17, stk. 3, kann innan 5 dagar eftir, at avgerðin er kunngjørd næminginum, leggjast fyri landsstýrismannin sambært reglum, ið landsstýrismaðurin ásetur. Avgerðin hjá Skúlafyrisitingini kann ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika. Kapittul 11 Gildi o.a.
Kapittul 11 Gildi o.a.
Henda lóg fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Lógin er fyrstu ferð at nýta fyri teir næmingar, sum byrja HF-útbúgving aftaná 1. august 1995. Stk. 2. Samstundis fer løgtingslóg nr. 22 frá 23. apríl 1976 um hægri fyrireikingarpróvtøku úr gildi, tó soleiðis, at reglurnar framvegis eru galdandi til endan av skúlaárinum 1995/96 fyri næmingar, sum eru byrjaðir HF-útbúgving áðrenn 1. august 1995. 1) Broytt við løgtingslóg nr. 69 frá 20. mai 1996, har § ljóðar soleiðis: “Henda lóg fær gildi 29.07.1996. Tó fáa § 1, 8, 9, 10 og 13 gildi dagin eftir, at henda lóg er kunngjørd, og verður samstundis allur danski teksturin í lógini avtikin.” 2) Broytt við løgtingslóg nr. 54 frá 13. mai 1997. 3) Broytt við løgtingslóg nr. 36 frá 20. apríl 2005, har § 2 ljóðar soleiðis: “Henda lóg kemur í gildi 1. apríl 2005.”
Tilvísingar
Rættarkeldur, sum eru knýttar at hesi keldu í upprunagrunni.
Tengdar rættarkeldur
(2)Hetta eru tilvísingar úr Tilvísingar-upplýsingunum á logir.fo, sum eru tøkar í Lógarinnliti.
2 knýttar rættarkeldur eru tøkar í Lógarinnliti.